Tóra Petersen heldur røðu á ólavsøku

Sum vanligt, verður aftur fólkafundur á Háskúlanum á ólavsøku

Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanun og hann er beint eftir kappróðurin 28. juli.

 

Í ár er tað Tóra Petersen, sálarfrøðingur og Ph.d., sum heldur røðu. Eisini verður felagssangur og føroyskur dansur.

 

Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað 28. juli 1912, við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

 

Líka síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912, hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan og tann siðvenjan verður ikki brotin í ár.