Tora ikki at mótmæla at alt verður flutt til Havnar

Politikarar kring landið hava lagt seg at sova

Politikarar kring landið tora ikki at standa saman og mótmæla, at alt virksemið verður flutt til Havnar.

Tað heldur Jógvan við Keldu, sum stóð í fremstu røð í føroyskum politikki í mong ár, bæðu sum borgarstjóri í Klaksvík, løgtingsmaður og landsstýrismaður.

Hann sigur, at tað er fyrst og fremst fiskivinnuni fyri at takka, at økini kring um í Føroyum yvirliva.

- Tað tað verða ligið fast, tá ið vit hoyra politisku krøvini úr høvuðsstaðnum, um at eisini tey vilja hava sín part, uttan at hava rætt hond frá síðu afturímóti teimum, sum hava gjørt risaíløgur.

 

Les eisini: Tá eina valdømið legði politikarar úti um landið at sova

 

Hann sigur, at tá ið Føroyar vórðu gjørdar til eitt valdøm, var endamálið at miðsavna Føroyar inn til høvuðsstaðin.

Frammanundan vórðu fyrireikingar gjørdar fyri at taka taka grundarlagið undan stovnum, sum lógu úti um landið, eitt nú tá ið sjálvstøðugu sjúkrahúsráðini vórðu niðurløgd.

 

- Hetta hevði eitt endamál, nevniliga, at taka skorðurnar undan Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur fyrrverandi politikarin.

- Hinvegin hevur tað mangan undrað meg, at bæði Suðuroyar- og Sandoyartingfólk hava gjørt seg inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, heldur enn at standa saman um hendan virðismikla partin av heilsuøkinum.

 

Jógvan við Keldu ávarar, at kemur ongin broyting,  fær høvuðsstaðurin fleiri og  fleiri verljarar, fleiri og fleiri almenn arbeiðspláss við vælútbúnum fólki, ímeðan skorður verða tiknar undan heil- og hálvalmennu arbeiðsplássum úti um landið.

 

- Dimmið hómast í havsbrúnni og politikarar úti um  landið tora verri at standa saman, tí atkvøðurnar eru alt meiri miðsavnaðar.

- Hetta er ófrættakent, eisini tí, at nú dyrgja politikarar og búskaparfrøðingar eftir hægri tilfeingisgjaldi frá fiskivinnuni fyri at uppihalda miðsavnandi almenna rakstrinum, sum  er við til at taka grundarlagið undan tænastufyritøkum úti um landið.

 

- At vera lokalpolitikari í høvuðsstaðnum er at vera landspolitikari, men at vera landspolitikari úti um landið er at vera lokalpolitikari, so væl hava tey klárað at kveistra veruleikan til viks, sigur Jógvan við Keldu.

 

Politkarar úti um landið løgdu seg at sova fyri sjey árum síðani  og spennandi verður at síggja gongdina næstu sjey árini, leggur hann afturat.