Tór Verland Johansen er settur sum kundastjóri á Sansum.
Sansir hava sett Tór Verland Johansen í starv sum kundastjóra. Tór Verland skal verða við til at menna samstarvið við kundarnar og tær tænastur, ið Sansir veitir.
Tór Verland hevur síðani í november 2012 havt verkætlanarleiðsluna av arbeiðinum hjá Sansum í altjóða kappingini at branda Føroyar sum ferðafólkaland. Sansir vann kappingina saman við danska Liquidminds. Verkætlanarstarvið hevur verið eitt parttíðarstarv.
Tór Verland kemur úr einum starvi sum marknaðarleiðari í BankNordik, har hann millum annað stóð fyri rebrandingini av BankNordik í Danmark, eftir keypið av Amagerbanken.
Tór Verland hevur áður arbeitt á Sansum. Hann arbeiddi tá sum internet- og samskiftisráðgevi og eitt skifti sum leiðari á web-deildini.
Tór Verland er útbúgvin cand.mag. í informatiónsvísund frá Aarhus Universitet.
Tór Verland byrjar í starvinum 19. august.










