Tíðindi
Tor Shipping varð sett á stovn í 1990 og er einasta virkið av sínum slag í Føroyum.
- Við skipaumboðan, meklaravirksemi, chartri og skiparakstri hava vit ein breiðan skara av viðskiftafólki, bæði í Føroyum og uttanlands. Eins og aðrar vinnur flest, hava álit og dygd avgerandi týdning fyri eitt vaksandi virksemi innan skipavinnuna.
Felagið sigur, at ein liður í strembanini eftir at tryggja eina góða tænastu, er góðkenningin, ISO 9001:2000 Quality Management System Certificate, sum Tor Shipping fekk í mars í 2001. ISO prógvið fevnir um allar tær fýra nevndu tænasturnar.
- Vit eru eisini, sum einasta felag av sínum slagi í Føroyum, vorðin limur í
altjóða felagsskapinum, Multiport Ship Agencies Network frá 1. januar 2002. Hetta er felagsskapur av skipaumboðum úr fleiri enn 100 londum.
Tor Shipping sigur, at í Multiport eru lyklaorðini professionalisma, reiðiligt
samstarv og støðug fíggjarviðurskifti.
- Fyri at gerast limur í hesum felagsskapi skalt tú kunna vísa á eitt gott umdømi sum skipaumboð og eina góða fíggjarstøðu. Eina ferð um árið verður kannað eftir, um allir limirnir lúka hesi krøv.
Partur av heims-
umfatandi kervi
Endamálið við at vera limur í slíkum felagsskapi, sigur Tor Shipping, er at vera partur av einum heimsumfatandi kervi, har limirnir boða hvørjum øðrum frá og bjóða hvønn annan fram. Samstundis er limaskapurin ein vissa til viðskiftafólkini um, at tænastan, tú fært, er á hægsta støði.
Skipakeyparar og skipaseljarar eru í góðum hondum hjá Tor Shipping.
- Vit hava gjøgnum árini mangan havt heiðurin av at verið millumlið, tá ið skip og bátar hava skift eigara, og serliga á føroyska fiskiskipamarknaðinum er Tor Shipping ein kendur meklari.
At Tor Shipping fæst við skiparakstur, merkir, at felagið tekur sær av skipum, sum útlendskt reiðarí hava skrásett í FAS.
- Mong munnu minnast, tá ið norska tangaskipið, ?Bergina?, bleiv skrásett í FAS fyri einum góðum ári síðani. ?Bergina?, sum er sjey ferðir størri enn ?Norrøna?, er nógv tað størsta skipið í føroyska flotanum. Umframt norska tangaskipið, rekur Tor Shipping 11 donsk skip, sigur felagið.