Tor Shipping brynjar

Góðskugóðkenning

Jan Müller

 



Enn eitt føroyskt virki hevur fingið góðskugóðkenning. Tað er Tor Shipping í Havn, sum er eitt shipping- og skipsmeklarafelag, sum í høvuðsheitum tekur sær av uppgávum í sambandi við keyp og sølu av skipum, skiparakstur, skipaumboðan og leigu av skipum. Hesar tænastur verða bodnar til reiðarar, skipaeigarar og onnur útgerðarfeløg í Føroyum og í útlandinum.


Á eini samkomu í hølunum hjá Tor Shipping fríggjamorgunin handaði stjórin í Norsk Veritas, Andrass Joensen stjóranum á Tor, Torleif Mikkelsen certifikatið, sum sigur, at Tor nú hevur fingið ISO 9000 góðkenning. Torleif Mikkelsen sigur, at teir við hesi góðskukenningini verða betri førir fyri at samstarva og samskifta við kundar sínar og gevur henda góðkenning eisini virkinum møguleika at fáa fleiri kundar her ikki minst í tí komandi oljuvinnuni, sum nettupp leggur so stóran dent á góðskugóðkenning av virkjum.


Torleivur Mikkelsen dylur ikki fyri, at tað m.a. er komandi oljuvirksemi, sum hevur fingið skundað undir ynskið at fáa góðskugóðkenning. -Vit hava roynt at fylgt við, hvussu leikur er farin fram í sambandi við komandi oljuvinnuna í Føroyum, og tað vóru kanska signalini frá hesi vinnu, sum gjørdu, at vit tóku støðu til at verða góðskugóðkendir, og tað eru vit glaðir fyri í dag, hóast tað eru onnur enn oljufeløgini, sum spyrja um ein er ISO góðkendur og vísir hann her til ferðamannafeløgini. Sjálvur heldur hann, at slík góðkenning átti eisini at kunna givið aðrar møguleikar, eitt nú áttu føroyingar at gjørt nógv meira við tað økið, sum Tor arbeiðir innan fyri og hví ikki gera ein altjóða skipamiðdepil í Føroyum spyr hann.


Tað er greitt, at slík góðskukenning krevur ávíst arbeiði, og í hesum sambandi hevur Norðcon verið ráðgevi hjá Tor. Norðcon veitir virkisráðgeving við denti á góðsku-, umhvørvis-, trygdar- og heilsustýring og hevur eitt tætt samstarv við Norske Veritas. Sjúrður Horsdal, stjóri í felagnum sigur, at teir eru við í hesum arbeiði fyri at kunna átaka sær størri uppgávur og uppgávur við atliti at oljuvinnuni. Tor Shipping er ein av fyrstu fyritøkunum, sum Norðcon hevur arbeitt saman við um góðskustýring. Men eftirhondini hevur Norðcon drúgvar royndir í at hjálpa virkjum og stovnum at menna góðskuskipanir sambært krøvunum í ISO 9000. Í løtuni verður arbeitt saman við meira enn 10 virkjum, sum miðja móti at fáa ISO 9000-certifisering í ár og næsta ár.


Fyrst í næsta ár kemur ein nýggj ISO 9000 skipan, sum er ein greið betran í mun til verandi skipan. Tor Shipping hevur fyrireikað sína góðskuskipan soleiðis, at hon beinleiðis kann góðkennast eftir nýggja standardinum, sum eitur ISO 9001: 2000. Væntandi verður Tor Shipping fyrsta felag í Føroyum, sum fær hesa góðkenning.


Sosialurin skilur, at áhugin hjá føroyskum virkjum fyri góðskuskipanum er stórur í dag. Talan er bæði um virki, sum ætla at bjóða seg fram í oljuvinnuni ella á útlendskum marknaðum, men eisini eru virki, sum meira fáa sær góðskustýring fyri at betra um innanhýsis stýringina og framleiðsluna.


Andrass Joensen hjá Norske Veritas sigur, at teir hava higartil latið fimm virkum góðskugóðkenning men teir arbeiða við fleiri øðrum góðkenningum. Umframt teir tekur Bureau Veritas sær eisini av góðskugóðkenning. Teir hava higartil certifiserað 2 virki.


Ein orsøk til at so fá virki enn hava fingið góðskugóðkenning er fyrst og fremst tann, at hetta er so nýtt men tað er kostar so eisini nakað. Fyri eitt virki sum Tor, alt eftir hvussu nógv virkið sjálvt kann gera, kostar ein slík certifisering nakrar hundrað túsund krónur. Men talan er so um eina íløgu. Fyrr kundi almennur stuðul fáast til hesa góðkenning. Andrass Joensen heldur, at møguliga átti tað almenna og annars Vinnuhúsið at umhugsa ein ella annan stuðul aftur fyri at fáa uppaftur fleiri virki at fáa sær góðkenning og harvið liva upp til framtíðar krøvini, ið verða sett vinnuni.