Tórshavnar Ungdómsráð hevur fingið nýggjan formann.
Ungdómsráðið varð valt fyri einum einum ári síðani, í mars í fjør, og eftir tað varð Gunnhild Hansen vald til forkvinnu, og Tór Marni Weihe varð næstformaður.
Men nú er Tór Marni Weihe valdur til formann. Hann sigur í tíðindaskrivi í dag, at tá ið ráðið varð skipað, varð avtalað, at formansskifti skuldi verða nú, og tað er nú avgreitt.
Hann heldur, at Ungdómsráð hevur verið bæði virkið og sjónligt, hóast byrjanin hevur erið tórført, tí samstarvstrupulleikarnir við Tórshavnar kommunu hava verið stórir.
- Tað er ongin loyna, at byrjanin hjá ráðnum hevur verið truplari, enn vit høvdu vónað. Býráð og umsiting hava havt ilt við at venja seg við ráðið, og tey hava ikki duga nóg væl at brúkt okkum, heldur Tór Marni.
Hann er tó kortini bjartskygdur, um at greiða er fingin á hesum viðurskiftunum, og at framhaldandi samstarvi verður munandi betri.
Hann sigur eisini, at nógv er á skránni hjá Ungdómsráðnum næstu tíðina, nú minnið enn eitt ár er eftir av valskeiðnum.
Eitt, tiltak, ætlanin er at skipa fyri, er at hava ein ungdómsdag við fyrimynd í eldradegnum.
Endamálið er at varpa ljós á ungdómsmál, og ætlanin er eisini at fara á fund við Bústaðir um lestraríbúðirnar, ætlanin er at byggja í Tórshavnar kommunuskúla.
Nú Tórshavnar Ungdómsráð er skipað av nýggjum, sær tað soleiðis út:
Formaður: Tór Marni Weihe
Næstforkvinna: Ásvør Lognberg
Skrivari: Hanna Vang
Kassameisari: Harald Joensen
Ráðslimur: Gunnhild Hansen
Ráðslimur: Magnus Heinason Eysturoy