Lars Múller var settur at vera dómari. Hann skuldi ferðast úr Suðuroy og norður til Klaksvíkar at døma. Fráferðin av Krambatanga var klokkan 8.30, og tí varð avgerðin um at útseta tikin, áðrenn Smyril loysti har suðuri.
Tað hevur verið nógv meiri kavi norðanfyri enn í miðøkinum og serliga sunnanfyri.
Kavaveðrið hevur órógvað nógv venjingarnar hjá KÍ. Í gjárkvøldið vandu klaksvíkingar á Svangaskarði, og teir fara aftur í kvøld út á Toftir at venja.
Úrslitini í gjár lagaðu seg soleiðis, at KÍ mikukvøldið, tá ið útsetti dysturin ímóti EB/Streymi er ásettur at vera, við sigri kann leggja seg á odda í landskappingini.
Úrslitini í gjár lagaðu seg eisini soleiðis, at EB/Streymur verður á niðurflytingarplássi eftir fimta umfar, um tað ikki eydnast meistarunum at vinna í Klaksvík.
KÍ hevur ikki vunnið í Klaksvík ímóti EB/Streymi síðani 10. august 2003, tá ið úrslitið var 4-1.