Var Reyðabók komin fyrst í nítiárunum, hevði hon helst sæð munandi øðrvísi út. Upplýsingarnar høvdu bæði verið fleiri og ikki minst neyvari. Tað er Bent Jensen, ið skrivaði frágreiðingina, sannførdur um. 65 ára gamli søgufrøðingurin hevur síðan hann var ungur havt stóran áhuga fyri og granskað í Sovjetsamveldinum og Eysturevropa, og hann hevur verið við øll árini síðan skjalagoymslurnar eystanfyri vóru lætnar upp fyrst í nítiárunum. Men seinastu árini er vend komin í.
- Ein kann bara staðfesta, at viljin til opinleika er minkandi. Alt fleiri dyr verða lætnar aftur.
Orsøkin er helst fyri stóran part, at tað er komið óvart á myndugleikarnar, hvussu nógvir upplýsingar eru komnar undan kavi í russisku skjalagoymslunum.
- Her tosi eg ikki einans um goymslurnar hjá hermegini ella fregnartænastuni, men eisini í goymslum hjá kommunistaflokkinum, uttanríkismálaráðnum osv. Her hava søgufrøðingar funnið upplýsingar, ið hava skakað myndugleikarnar, greiðir Bent Jensen frá.
Sjálvur fann Bent Jensen millum annað upplýsingar í skjalasavninum hjá russiska uttanríkismálaráðnum, ið skjalprógvaðu, at formaðurin í kommunistaflokkinum í Danmark, Axel Larsen, lat neyvar, hernaðarligar upplýsingar til sovjetisku hernaðarleiðsluna.
- Tað kann tykjast løgið, men á nógvum økjum roynir nýggja Rusland at verja gamla Sovjetsamveldið. Og so hvørt sum fleiri upplýsingar eru komnar undan kavi, hava myndugleikarnir svara aftur við at skerja atgongdina til skjalagoymslurnar, greiðir Bent Jensen frá.
Úrslitaleys áheitan
Eitt skifti sá so svart út hjá danska søgufrøðinginum, at hann bað føroyska landsstýrið um at heita á russar um at vísa størri samstarvsáhuga. Men einki hjálpti.
- Áheitanin frá landstýrinum til russisku myndugleikarnar var úrslitaleys. Eftir mínum tykki varð áheitanin skúgvað til viks.
Eisini danska uttanríkismálaráðið og danska sendistovan í Moskva hava roynt at ávirka russar, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, heldur Bent Jensen.
Bent Jensen hevur verið í Moskva tríggjar ferðir í samband við Reyðubók. Eisini ætlaði hann sær at vitja Sankta Pætursborg, har stórur partur av skjalasavninum hjá sovjetiska herflotanum liggur. Men har var eingin atgongd.
Stórpolitikkur
Tað var fyri fýra árum síðan, at táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, heitti á Bent Jensen um at fara undir arbeiðið at lýsa støðu Føroya í Kalda Krígnum. Hóast hann sum nevnt ikki slapp fram at nógvum tilfari, so hevur arbeiðið verið sera áhugavert, sigur Bent Jensen.
- Tað hevur verið áhugavert at sæð, hvussu Føroyar hava verið partur av stórpolitiska spælinum millum Danmark, Sovjetsamveldið og USA. Øðrumegin hevur Danmark ynskt góð viðurskifti, bæði við Sovjet og USA, og samtíðis hevur Danmark skula tikið atlit til Føroyar. Og av hesum eru nakrar tvístøður íkomnar, har Danmark hevur valt ikki at spæla við opnum kortum mótvegis føroyingum.
Persónar
Bent Jensen greiðir frá, at í hansara arbeiði sum søgufrøðingur hevur tað stóran týdning at vera so neyvur sum gjørligt. Og tískil eru persónar, har tað hevur verið møguligt, nevndir við navni. Til dømis, hvørjir persónar høvdu ein leiklut í ymsum rørslum og flokkum.
Reyðabók nevnir nógvar persónar, ið so ella so høvdu ein virknan leiklut í føroyska samfelagnum undir kalda krígnum.
Sjálvur hevur Bent Jensen ikki tosað við persónarnar, ið eru nevndir í Reyðubók. Frágreiðingin byggir einans á skrivligt tilfar.
Bent Jensen vónar, at Reyðabók, saman við Svørtubók, verður nýtt sum grundarlag hjá fólki at gera sær eina meting av leikluti Føroya undir Kalda Krígnum.
Hóast arbeiðið við Reyðubók er liðugt, so sleppur danski søgufrøðingurin ikki Kalda Krígnum. Í løtuni er hann í holt við stóra frágreiðing um Danmark í Kalda Krígnum, ið skal vera liðug um tvey til trý ár.










