Fyrsti dysturin í triðja umfari í Effo-deildini er á skránni longu í dag. Klokkan 17.15 verður fyrsta bríkslið í Gundadali, har B36 fær vitjan av Víkingi.
Tá ið B36 leygardagin slapp úr illveðrinum á Argjum og heim aftur í veðurgóða Gundadal við 2-1 sigri, var tað kanónin hjá Róaldi Jakobsen, sum við tveimum rimmar langskotum syrgdi fyri málunum.
-Tað týdningarmiklasta er, at vit vinna. Vit eru fegnir um hesar báðar fyrstu sigrarnar. Nú eiga vit Víking, og tað rokni eg við verður ein torførari avbjóðing enn tær báðar, sum vit higartil hava havt, sigur tvífaldi málskjúttin.
Hann er partur av liði, sum tað longu nú kennist sum, at tað hevur eydnast nýggja venjaranum, Sámal Erik Hentze, at samanspæla góða blanding millum tilkomnar og royndar spælarar og ungar spælarar, har fleiri longu hava roynt seg í nøkur ár í bestu deildini.
Úrtøkan higartil er tveir sigrar. Umframt á Argjum fyri lítlari viku síðani, so vann B36 fyrsta heimadystin ímóti Skála 2-0.
Víkingur tapti í fyrsta umfari 2-0 á heimavølli ímóti AB, og sunnudagin fór Víkingur úr Klaksvík við 1-0 tapi. Hóast tvey tap, og hóast teir í 180 minuttum ikki hava funnið vegin til mótstøðumálið, so havi víkingarnir ikki mist mótið:
-Í Klaksvík gjørdu vit alt tað, sum vit høvdu avtalað, og vit spældu okkum fram til fleiri upplagdar málmøguleikar, men kortini eydnaðist tað ikki. Tað harmast vit yvir, og vit staðfesta, at vit higartil ikki hava havt marginalirnar við okkum. Men vit ætla okkum fulla úrtøku í Gundadali, sigur Víkinga miðvallarin Sølvi Vatnhamar.
Tvey tey seinastu árini hevur B36 vunnið 4-0, 3-2 og 3-0 ímóti Víkingi, sum í seinnu uppgerðini í 2012 megnaði 1-1. Víkingur hevur ikki vunnið á B36 á útivølli síðani 2010, tá ið tað eydnaðist tvær ferðir. Víkinga søgan gongur aftur til 2008. Síðani tá hevur felalgsliðið tíggju ferðir vitjað B36, og úrtøkan er tríggir sigrar, ein javnleikur og seks tap.
B36-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 17.15.