Toppur og botnur

Eingin ivi var um, hví munurin millum VÍF og Sóljuna hevur verið so stórur hetta kappingarárið, tá liðini hittust leygardagin

 

VÍF-Sóljan 34-14 (21-8)


Hondbóltur


Hóast VÍF nú má vera rumensku Nicoletu Radu fyri uttan, tað sum eftir er av árinum, so var ikki væntandi, at uppflytararnir úr Sóljuni skuldu fara at geva teimum úr Vestmanna nakra serliga mótstøðu, tá liðini hittust leygardagin.

Dysturin skuldi annars verið leiktur hálva aðru viku frammanundan, men varð tá útsettur.


Stórur munur

Tað var heldur ongan tíð líkt til, at nakar spenninugur skuldi vera í dystinum leygardagin. VÍF fór beinan vegin at skapa eitt hol upp á nøkur mál, og so við og við bara øktist hesin munur.

Við sigrinum heldur VÍF fast um oddasessin, sum tær hava havt meginpartin av kappingarárinum, men komandi vikuskifti verður talan um eina uppgávu, sum á pappírinum sær nakað torførari út.

Tá gongur leiðin til Vágs, har VB skal royna at gagnnýta setinasta møuleikan at halda so nøkun lunda samband við oddaliðið.

Eisini Sóljan skal tá í holt við nakað, sum líkist einum lagnudyst, tí fríggjadagin skulu tær til Runavíkar, har tær skulu takast við kappingarneytan í botninum. Tjaldur.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Sóley Mikkelsen 12(4), Ioana Rápa 11(3), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 3, Angelina Jógvansdóttir 2, Fríða Marjunardóttir 2

Sóljan: Marjun Jørgensen 8(4), Louisa Jørgensen 1, Elspa Egilstoft 1, Sólja Nielsen 1, Hertha Simonsen 1, Jóhanna í Horni 1, Heidi Haraldsen 1

Brotskøst: VÍF 7, Sóljan 6

Útvísingar: VÍF 2, Sóljan 6

Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík.