Toppuppgerðin er í Streymnesi

Tríggir teir seinastu dystirnir í 11. umfari eru á skránni í dag. Tveir vórðu spældir í gjár.

Oddaliðið HB vitjar við Margáir, har meistararnir og steypavinnararnir EB/Streymur taka ímóti.

 

Í gjár kl. 18.00

AB-B68 0-3 (0-1)

Dómari: Ransin Djurhuus

0-1: Pól Jóhannes Justinussen 5.

0-2: Dánjal Pauli Højgaard 50.

0-3: Ahmed Keita 79.

 

Víkingur-KÍ 4-1 (1-1)

1-0: Atli Gregersen

1-1: Kristoffur Jakobsen

2-1: Zoltan Bukzegi 51.

3-1: Súni Olsen 67.

4-1: Sverri Jacobsen 82.

 

Í dag kl. 15.00

NSÍ-07 Vestur (2-0)

Georg Rasmussen

12. min. 0-0

1-0 20 min.

Bogi Løkin hevur lagt heimaliðið framum við fínum langskoti upp undir samankomingina.

2-0 40. min

Potemkin skot úr 22 metrum og upp undir samankomingina

3-0 46. min

Bogi Løkin eftir uppspæl frá væl upplagda Hjalgrími Elttør

4-0 58. min

Bogi Løkin er fyrstur á returbólti eftir skotroynd frá Einari Hansen

4-1 70. min

Jens Erik Rasmussen setti bóltin í málið.

5-1 84. min

Óli Hansen br.

Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Jan Martin Mortensen varð feldur.

 

 

EB/Streymur-HB (1-2)

Dagfinn Olsen

0-1: Bjarni Jørgensen 8.

1-1: Santos 28.

1-2: Bjarni Jørgensen 32.

2-2: Arnbjørn Hansen 50.

2-3: Andrew av Fløtum 51.

EB/Streymur: Gunnar á Steig - Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Egil á Bø (Dánjal Davidsen, 75.), Santos - Levi Hanssen, Pauli G. Hansen (Pætur Dam Jacobsen, 75.), Sorin Anghel - Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen(Gudmund Nielsen, 70.), Hans Pauli Samuelsen

HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Mortan úr Hørg - Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen (Johan E. R. Mouritsen, 90.)- Páll Mohr Joensen (Milan Kuljic, 67.), Andrew av Fløtum, Bjarni Jørgensen (Christian R. Mouritsen, 78.)

Gult kort: Pætur Jørgensen

 

0-1: Eftir fínt álop - nógvar sendingar millum HB spælarar - legði Bjarni Jørgensen HB á odda, eftir at hann varð spældur leysur í brotsteiginum.

23. min. EB/Streymir misnýtir brotsspark. Símun Rógvi Hansen tveitir seg til vinstru og heldur bóltinum eftir flatt skot frá Bárði Olsen. Dómarin bríkslaði, tí hann metti, at HB málverjin hevði felt Arnbjørn Hansen. HB spælararnir vóru sera misnøgdir við dómin.

EB/Streymur hevur í góða løtu havt stórt trýst á HB verjuna.

1-1: 28. min. Eftir uppspæl í vinstru frá Hans Paula Samuelsen varð Santos leysur í brotsteiginum og vongverjin smekkaði bóltin inn um Símun Rógva Hansen í HB málinum.

1-2: 32. min. Bjarni Jørgensen verður spældur leysur í vinstru og setir bóltin framvið Gunnari á Steig.

Hálvleikur!

 

50.

2-2: Sorin Anghel

EB/Streymur leggur bragdliga fyri, og eftir stóra misskiljing í HB verjuni skorar Sorin Anghel

 

51.

2-3: Andrew av Fløtum

Í fyrsta álopinum eftir útjavnandi málið hjá EB/Streymi streyk Páll M. Joensen ígjøgnum púra opnu heimaverjuna. Andrew av Fløtum var púra leysur og stýrdi bóltin í málið.

 

68.

HB misnýtir brotsspark. Gunnar á Steig bjargar roynd úr ellivu metrum frá Andrewi av Fløtum.

Dómarin peikaði á ellivu metrar, tá ið Fróði Benjaminsen varð feldur. Hann royndi eftir returbólti, eftir at Bjarni Jørgensen hevði sent langskot upp undir samankomingina.

 

90. Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat. HB er undir øgiligum trýsti, men HB er framvegis á odda 3-2.

 

Liðugt!

 

B36-ÍF (0-0)

Petur Reinert

20. min

0-0

30. min

0-0

Hálvleikur!

70. min

0-0

 

Liðugt!

 

Støðan

HB 26

Víkingur 23

NSÍ 23

B68 18

EB/Streymur 16

AB 14

B36 12

ÍF 9

07 Vestur 6

KÍ 4

Øll liðini hava spælt 11 dystir.