Toppskjúttin situr uttanfyri

Tvey av feløgunum, sum fegin vilja vera við í stríðnum um at flyta upp, hittast klokkan 15 í Sandavági.

Hjá FSV04 er tað dyggur smeitur, at Andrzej Stretowicz ikki er tøkur. Pólverki álopsspælarin, sum higartil hevur skorað seks mál, hevur verið skaðaplágaður í fleiri vikur. Síðsta leygardag varð hann útskiftur í Klaksvík, og nú er greitt, at hann verður ikki við ímóti TB. Talan er um brot á aðrari stórutáini.

Brasilski miðvallarin Heron, sum kom til Sandavágs í síðstu viku, verður á beinkinum í dag. Hilmar Sveinbjørnsson og Gunnar Haraldsen, sum hava verið skaddir, eru tøkir aftur.

TB er á veg til Sandavágs við stórum sjálvsáliti, eftir at tað fyri viku síðani eydnaðist teimum at vinna stig á útivølli ímóti B68. Úrslitið var málleysur javnleikur. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at nakað felag vann stig frá B68.

Danial Nyarko, sum áður hevur spælt við TB, er aftur á Tvøroyri. Harafturat er Chris Hammerfoss tøkur aftur. Hann hevur verið leikbannaður tvær tær seinastu ferðirnar.