##med2##
Hondbólts-Føroyar hava eina blandaða kenslu aftaná tepra 26-27 (13-14) tapið móti Slovakia niðri í Luksemborg. Í mun til stóra 25-36 tapið móti Litava ígjár er talan um stóra leikliga framgongd, men tað var so nær, so nær, at vit fingu ein javnleik í teimum seinastu sekundunum.
Føroyar - Slovakia 26-27 (13-14)
Føroyar: Kjartan Johansen 9, Peter Krogh 6, Helgi H. Hoydal 3, Jónas G. Djurhuus 3, Nicklas Selvig 2, Rói Berg Hansen 2, Pætur Thomsen 1, Leivur Mortensen 1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan, Kjartan Johansen, ið gekk undan við at skora heili níggju mál. Fyri Kjartan var tað nakað serligt at spæla móti so stórum og tungum monnum, ið vardu so djúpt, men tað fekk ikki forðað Kjartan at skora nógv mál. Kjartan saknar tó tann seinasta neyvleikan, ið kann gera, at vit fáa stig í slíkum dystum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við debutantin, Teis Horn Rasmussen, ið fegnast um møguleikan hann fekk. Eins og Kjartan er Teis harmur um, at tað ikki rakk til stig í dag, men hann brennur eftir at sleppa á vøllin móti Luksemborg í morgin klokkan 16.30, har hann eins og Kjartan ætlar sær ein sigur.
HER ber til at hoyra samrøðunar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Rókur Akralíð og landsliðsvenjaran, Sonni Larsen.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum. Eisini ber til at hoyra viðmerkjaran hjá FM1, Gunnar Djurhuus greina dystin, og hoyra samrøðu við Róa Berg Hansen.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum móti Luksemborg, ið byrjar klokkan 16.30 í morgin. Sendingin byrjar klokkan 16.10. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.