Toppskjúttin hjá H71 hevði ikki væntað ein sigur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Maritu Mortensen, toppskjútta hjá H71 ímóti VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Maritu Mortensen sum saman við liðfeløgunum vann ein ótrúligan 29-27 (14-12) sigur á VÍF í oddauppgerðini í Vestmanna. Úrslitið merkir, at H71 er einsamalt oddalið í SMS-deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir. 

 

Marita Mortensen er ovurfegin um sigurin, og hon fegnast um, at kvinnuliðið hjá H71 kann ganga undan nú mansliðið hjá H71 hevur havt eina trupla byrjan í Okkara-deildini.

 

Marita Mortensen kendi á sær, at tað gekk persónliga væl, og tað var ein frægd fyri hana, at skotarmurin var uppá tað besta, og hon fekk meddað níggju bóltar í VÍF-málið.

 

 

HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Til ber eisini at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin. 

 

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá VÍF, Inga Olsen.