Toppskjútti vil til Onglands

Bordeaux vann farna kappingarár franska meistaraheitið, og tað var millum annað takka veri málunum hjá álopsspælaranum Marouane Chamakh, sum er ættaður úr Marokko. Nú sigur Chamakh, at hann vil sleppa til Onglands at spæla. Og áhugi er eisini til staðar í Onglandi, tí Arsenal fer møguliga at taka kekkheftið fram. Prísurin fyri Chamakh er helst einar hundrað milliónir krónur.