Toppliðið skal siga takk fyri seinast

Víkingur saknar framvegis lyklaspælararnar Súna Olsen og Gert Hansen

26.apríl legði NSÍ rygg til 5-1 tap í Sarpugerði. Í dag verður nýggjur møguleiki ímóti Víkingi. Síðani grannauppgerðina fyri einum stórum mánað síðani hevur Víkingur vunnið sjey stig við málmuninum 10-8 burturúr fimm dystum, og NSÍ hevur vunnið trettan stig við málmuninum 19-3!

At pílurin framvegis vísir loddrætt uppeftir hjá toppliðnum var 8-0 sigurin við Margáir mánadagin síðsta staðfestingin av.

-Í Streymnesi vístu vit øgiliga styrki, og málini vóru framúr góð. Týdningarmikið var eisini, at verjan megnaði at halda tætt. Tá ið vit taptu stórt ímóti Víkingi vóru vit manningarliga illa fyri. Tað eru vit ikki nú. Vit ætla okkum at vinna hvørja ferð á heimavølli, og tað ætla vit okkum eisini í dag ímóti Víkingi, sum vit kortini hava stóra virðing fyri, sigur væl nøgdi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.

Hákun Edmundsson er orsaka av skaða ikki tøkur ídag. Jónhard Frederiksberg og Jens Joensen eru eisini skaðadarvaðir, men tað er ikki avskrivað, at teir kunnu vera á listanum.

 

Víkingarnir vóru vónbrotnir yvir, at tað á heimavølli 2. hvítusunnudag endaði 1-1 ímóti B36. Víkingur er tíggju stig aftanfyri NSÍ, og liðformaðurin Atli Gregersen ásannar, at í løtuni er tað ikki aktuelt hjá teimum í Sarpugerði at tosa um FM møguleikan:

-Næstu dagarnar eru tveir sera týdningarmiklir dystir á skránni. Vit hava nú fokus á grannauppgerðini í Runavík í dag, og síðani verður tað hálvfinalan í Gundadali ímóti B36. Um vit vinna í Runavík, so økist møguleikin fyri at røkka heiðursmerkjaplássi og harvið europeiskari luttøku, og um vit vinna í Gundadali, so verður møguleikin varðveittur umvegis finalusigur í steypakappingini at kvalifisera okkum at spæla altjóða fótbólt næsta summar. Vit vita allir, at hetta er sera týdningarmikið fyri felagið, sigur Atli Gregersen.

Tað kemur illa við hjá víkingunum, at Súni Olsen og Gert Hansen framvegis eru so mikið skaðaplágaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla.