Toppliðið hevur nýggja miðverju

Tað er møguleiki fyri, at KÍ fer at tryggja sær FM heitið í Fuglafirði, har heimamenninir stríðast fyri lívinum í bestu deildini

Klaksvíkingar hava higartil í ár havt nógv at fegnast um, nú teir ósigraðir fyrireika seg at fara til Fuglafjarðar

Hóast veðrið ikki verður soleiðis seinnapartin, sum tað var langt út á heystið, so fara nógv KÍ viðhaldsfólk seinnapartin umvegis Norðoyatunnilin og til Fuglafjarðar, har miðhæddin í nýggja og stásiliga ítróttarhúsinum er klár at taka í nýtslu. Tað vil siga, at møguleiki verður í illfýsna heystarveðrinum at fara undir tak at keypa sær ein kaffimunn.

 

Tað verður ikki tosað alment um tað. Men tað er eingin loyna, at KÍ fjeppararnir eru klárir við fýrverki, um tað skuldi víst seg seint seinnapartin, at KÍ hevur tryggjað sær FM heitið. Tað verður veruleiki, um KÍ vinnur fulla úrtøku í dag, og um Víkingur ikki vinnur fulla úrtøku í Sørvági.

 

Fyrsta bríksl í Fuglafirði verður klokkan 15, og í Sørvági verður fyrsta bríksl klokkan 16. Um KÍ fer at vinna fulla úrtøku í Fløtugerði, so verður neyðugt hjá teimum í KÍ leguni at bíða í ein tíma, áðrenn tað verður greitt, hvussu tað fer at laga seg hjá Víkingi í Sørvági.

 

Hjá KÍ verður talan um nýggja miðverju í dag. Odmar Færø er leikbannaður, og Heini Vatnsdal hevur ikki vant saman við liðfeløgunum síðani landsdystirnar fyri tveimum vikum síðani. Hann er darvaður av knæskaða. Um Heini ikki verður førur fyri at spæla í Fuglafirði, so verður talan um nýggja miðverju, ið verður mannað við Jesper Brinck og Børga Petersen. Tað er ivasamt, um liðformaðurin Jákup B. Andreasen verður millum teir fyrstu ellivu. Ímóti 07 Vestur var hann á beinkinum alla tíðina. Tað er liðbandsskaði, sum argar. Bob Sumareh hevur ikki vant nakað serligt saman við liðfeløgunum. Hann er darvaður av vøddaskaða

 

ÍF hevur knívin á stúpanum. Tað eru seks stig fram til B68 og EB/Streym, og tað sær svart út fyri, at ÍF skal røkka fram til annað av hesum liðunum. Tí er alneyðugt at vinna stig ímóti KÍ.

 

Elias J. Lervig er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Sámal Joensen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í fótinum.

 

Klaksvíkingar hava higartil í ár havt nógv at fegnast um, nú teir ósigraðir fyrireika seg at fara til Fuglafjarðar