SUPERLIGAN
Tað hilnaðist væl hjá fýra teimum fremstu í superliguni, tá ið næstsíðsta umfarið undan vetrarsteðginum var á skránni í vikuskiftinum. Næsta vikuskifti fer superligan í vetrarfrí. Leygardagin skulu FC Nordsjælland og AGF spæla, og sunnudagin verður spælt soleiðis: Herfølge?Viborg, FCK?AB, Esbjerg?OB, FC Midtjylland?Frem og AaB?Brøndby.
Brøndby er framvegis oddalið, men tað stóð nógv á, áðrenn teir á heimavølli frammanfyri 20 túsund áskoðarum tryggjaðu sær øll stigini. Peter Foldgast, sum eisini skoraði hósdagin ímóti Schalke 04, hevði dygst frá málstrikuni síðsta fótin á. Harvið varð staðfest, at teir í Brøndby vóru ikki troyttari enn so, eftir glæsiliga úrslitið í UEFA Cup hósdagin, at teir høvdu orku til at vinna.
Longu í 1. hálvleiki áttu teir at havt skorað eini fýra mál. Men teir fingu bara eitt, og so gjørdist tað rættuliga spennandi, tá ið FC Nordsjælland, sum stríddist rættuliga væl, eftir steðgin javnaði.
Esbjerg er framvegis næstfremst ? trý stig aftanfyri oddaliðið. Tá ið teir í Esbjerg leygardagin høvdu vitjan av AaB, bendi einki á, tá ið tað var hálvleikt, at heimaliðið ikki skuldi vinna tryggan sigur. Teir vóru frammanfyri 2?0. Men í handavending skoraði AaB tvey mál, og so var tað spennandi. Tommy Bechmann verður roknaður at vera týdningarmesti álopsspælarin hjá Esbjerg. Næsta ár skal hann spæla í Týsklandi, og nú verður undrast á, hvussu Esbjerg skal standa seg uttan hann. Ungi maðurin skoraði til 3?2, og hann legði upp til tvey av hinum málunum í 4?2 sigrinum.
FCK stendur seg betri á útivølli enn í Parkini. Hagtølini siga, at í heyst hava teir vunnið seks ferðir á útivølli og spælt tríggjar ferðir javn. Í Parkini hava teir tapt tríggjar ferðir í tíggju royndum. Í Viborg var talan um stórt FCK mannfall. Umframt Toda, Mykland og hinar, sum hava verið skaddir í nógvar vikur, so var Zuma ikki við, og Tøll var á beinkinum fyrsta tíman. Álvaro Santos og Peter Møller vóru í álopinum. Santos skoraði bæði málini í 2?0 FCK sigrinum. Tað fyrra við góðum langskoti tá ið 1. hálvleikur var um at vera liðugur, og tað seinna fyri púra opnum máli, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt.
OB vann 2?1 á heimavølli ímóti illa stadda Frem. OB venjarin metti, at sigurin var væl og virðiliga uppiborin, meðan Ebbe Skovdal iðraði seg um, at teir ikki høvdu gjørt størrri nyttu burturúr fleiri uppløgdum málmøguleikum.
Í Århus er fótbóltslagið heilt gott, eftir at svenski venjarin, Sören Åkeby, í fýra teimum fyrstu dystunum hevði vunnið tíggju stig. 11.121 vóru á Århus stadion, og tey fóru vónbrotin aftur til hús. Herfølge, sum er í stórari kreppu, tí formaðurin í nevndini og stjórin eru í opnum kríggi í fjølmiðlunum, vann 3?1, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri 1?0.
Í Gladsaxe megnaði heimaliðið at vinna seg upp á 3?3, eftir at FCM hevði verið frammanfyri 3?1. Hetta var sætta ferðin á rað, at FCM, sum undan kappingarbyrjan miðjaði eftir í minsta lagi fjórða plássinum, fór av vøllinum uttan at hava vunnið.