Í dag er fult umfar á skránni í næstbestu fótbóltsdeildini. Fimm tey ovastu á støðutalvuni eiga heimavøll, og harvið er eingin ivi um, hvørji eru favorittar.
Oddaliðið 07 Vestur fær vitjan av Víkingi, sum fyri viku síðani tapti 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. 07 Vestur vann 7-1 á Toftum.
TB fær vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, sum fyri viku síðani taptu 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. TB vann fyri viku síðani 2-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík.
FC Hoyvík fer í dag niðan á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti teimum næstbestu hjá HB, sum fyri viku síðani vunnu 2-0 á Argjum.
Avrikið hjá KÍ var einki serligt í 2-0 sigrinum í Runavík. Seint seinnapartin í dag fær KÍ nýggjan møguleika á heimavølli ímóti B68, sum bara hevur fingið tvey stig burturúr átta royndum.
1. deild í dag:
HB-FC Hoyvík: Eiler Rasmussen kl. 15.00
KÍ-B68: Rói Jacobsen kl. 17.00
07 Vestur-Víkingur: Bárður Mortensen kl, 15.00
EB/Streymur-AB: Johan P. Michelsen kl. 15.00
TB-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan
07 Vestur og TB 19
HB 16
KÍ 14
EB/Streymur 12
Víkingur 10
FC Hoyvík, AB og NSÍ 7
B68 2
TB og HB hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir









