1. deild: Við 2-1 sigri í torføru avbjóðingini á Skála í kvøld heldur FC Suðuroy tørn um oddaplássið. Í einar tveir tímar var AB ovast á støðutalvuni, men nú er FC Suðuroy aftur topplið. Tað er greitt, eftir at suðuroyingarnir í kvøld vunnu 2-1 á Skála. Tað hevur gingið sera væl hjá skálamonnum seinastu vikurnar, og tí man sigurin hjá FC Suðuroy kennast serliga søtur.
Fimm minuttir undan steðginum legði John T. Poulsen gestirnar á odda, men tað eydnaðist heimaliðnum at javna, áðrenn teir fóru at hvíla seg. Málskjútti var Brian Jacobsen.
Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu fimm minuttir. So var tað ghanesiski álopsspælarin hjá FC Suðuroy, David Asare, sum skoraði sigursmálið til 2-1.
FC Suðuroy er oddalið við 20 stigum, og Skála er á 6. plássi við 10 stigum.