Tað er framvegis málleyst á Skála, har toppliðið EB/Streymur stríðist fyri at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð.
Hans Pauli Samuelsen hevur verið væl upplagdur í framrættaða EB/Streyma spælinum. Tað næsta, hann er komin at gera mál, var, tá ið Hans Pauli eftir gott samanspæl við Arnbjørn Hansen sendi bóltin í stólpan.
Løtu seinni var um reppið, at skálamenn gjørdu sjálvmál, men bólturin rullaði dygst við síðuna av.
Skála hevur víst góðan hugburð, men higartil hava teir á heimaliðnum ikki megnað at spæla seg til upplagdar møguleikar.
Í 2. hálvleiki fer EB/Streymur at spæla undan vindinum.










