Toppliðið í grannastríði við meistararnar

Vodafonedeildin: Fýra dystir í 8. umfari í bestu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin ídag. Tað er stórur spenningur undan 8. umfari, sum er á skránni í dag og í morgin.

Oddaliðið B36 skal í Gundadali í grannastríð við meistararnar í HB. Trý tey næstu á talvuni, NSÍ, Víkingur og EB/Streymur, eru øll á útivølli, og í øllum førum er mótstøðuliðið eitt, sum er longri niðri á støðutalvuni.

Fimti dysturin verður í annaðkvøld, tá ið ÍF fær vitjan av 07 Vestur.

Á Portalinum verður fylgt við í fótbóltinum ídag.

 

Í dag kl. 15.00

B71-NSÍ: Lars Múller

B36-HB: Rúni Gaardbo

B68-EB/Streymur: Georg N. Rasmussen

KÍ-Víkingur: Dagfinn Forná

 

Mánakvøldið kl. 18.30

ÍF-07 Vestur: Rói Jacobsen

 

Støðan

B36 15

NSÍ 14

Víkingur 14

EB/Streymur 13

KÍ 10

HB 10

ÍF 8

B68 5

07 Vestur 5

B71 3