Toppliðið er á Vágseiði

1.DEILD: Bæði ÍF og B68, sum stríðast fyri at vinna uppflyting, spæla seinnapartin á útivølli

ÍF og B68 stríðast fyri at vinna seg aftur í bestu deildina. Í dag eru hesi bæði liðini úr Eysturoy á útivølli.

ÍF er á vitjan í Suðuroy, har fyrsta bríksl á Vágseiði verður klokkan 15. ÍF var í Suðuroy 14. apríl, tá ið gestirnir fóru til hús aftur við 9-0 sigri. 16. juni vóru Suðringar í Fuglafirði. Tá endaði tað 8-1 til heimaliðið.

 

Munandi tættari hevur tað verið tær báðar ferðirnar, tá ið HB og B68 hava spælt. 14. apríl – á summarmála – vann B68 2-1 í Gundadali, og úrslitið var eisini 2-1, tá ið B68 16. juni hevði vitjan av HB.

 

KÍ er oddalið, og klaksvíkingar eru eisini á útivølli í dag. Vertur á vøllinum við skúlan á Løgmannabreyt er Giza Hoyvík, sum er illa spert í botninum. Á summarmála vann KÍ 3-0 á hesum vøllinum. 16. juni vann KÍ 4-1 á heimavølli ímóti Giza Hoyvík.

 

Við Løkin í Runavík er grannauppgerð millum NSÍ og Skála. Tá ið liðini á summarmála hittust á sama vølli, vann NSÍ 3-1. 13. juni vann Skála 5-2 á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Víkingur hevur uppi á Brekku í Leirvík vitjan av B71. Tá ið Víkingur á summarmála átti heimavøll, fóru sandoyingar til hús við 2-1 sigri. 15. juni vann Víkingur 2-1 á Sandi.

 

 

Víkingur – B71: Janus Fossdalsá kl. 16.00

NSÍ – Skála: Alex Troleis kl. 15.00

Giza Hoyvík – KÍ: Rúni Gaardbo kl. 17.00

HB – B68: Rani A. Skaalum kl. 15.00

Suðringar – ÍF: Bent Tommy Linklett kl. 15.00