Toppdysturin verður í Sørvági seinnapartin

KÍ vann í gjárkvøldið stevnudystin í Runavík

Fýra dystir í fjúrtanda umfari í næstbestu deildini vera seinnapartin. Fyrsti dysturin var í gjárkvøldið, tá ið KÍ vitjaði í Runavík. Klaksvíkingar vunnu 2-0, og fyri sigurin fingu teir í góðveðrinum við Løkin handað steyp, tí tað hetta vikuskiftið er stevna á eystara armi á Skálafjørðinum.

Steffan Kalsø setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið, og Eivindur Sørensen skoraði seinna málið tíggju minuttir eftir steðgin.

 

Klokkan 15.00 verður toppdystur á Dungasandi í Sørvági. 07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi. Felags fyri hesi liðini er, at tey eru stórfavorittar at vinna uppflyting, og at tey ikki hava tapt higartil í ár. Tá ið tey fyrsta mai hittust við Margáir, var úrslitið 1-1.

 

Á Argjum fær botnliðið vitjan av FC Suðuroy, sum vann 5-0, tá ið liðini hittust á Vágseiði, og í Gundadali spæla HB og Víkingur um sjeynda plássið. Víkingur vann 1-0, tá ið liðini hittust í Leirvík.

 

Giaza Hoyvík hevur við sigri á útivølli ímóti B71 møguleika at vinna seg fram aftur á brosnuplássið. Tá ið liðini hittust í Gundadali vann heimaliðið 4-1.

 

Í dag

07 Vestur-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

HB-Víkingur: Rúni Olsen kl. 15.00

AB-FC Suðuroy: Súni Fríði Barbá kl. 13.45

B71-Giza Hoyvík: Janus Fossdalsá kl. 15.30

 

Fríggjdagin

NSÍ-KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Steffan Kalsø 12.

0-2: Eivindur Sørensen 56.

 

 

EB/Streymur 35

07 Vestur 35

NSÍ 24

Giza Hoyvík 21

KÍ 21

FC Suðuroy 19

HB 13

Víkingur 13

B71 6

AB 5

FC Suðuroy og B71 hava spælt tólv dystir, NSÍ hevur spælt fimtan dystir, KÍ og HB hava spælt fjúrtan dystir, og hini liðini hava spælt trettan dystir.