HM í talvi
Tá Topalov leikti javnt ímóti Kasimjanov í trettanda og næstseinasta umfari, varð greitt, at Topalov varð heimsmeistari. Nærmastu kappingarneytarnir Anand og Svidler máttu tá geva skarvin yvir.
Vældámdur heimsmeistari
Tað eru bert góð og rósandi orð ein hoyrir um okkara nýggja heimsmeistara. Allir talvjournalistar og telvarar eru í øllum førum glað fyri sigur Topalovs.
Kanska ein orsøk er, at Topalov nú er opin fyri øllum møguleikum at samansjóða telvingina. Vit hava síðani 1993 havt ein fløkta støðu við tveimum heimsmeistarum. Vónandi verður tað skjótt søga, nú Topalov sigur seg vera heitan fyri einum dysti móti Kramnik ella sjálvum Kasparov. Eg vildi hildið, at fyrst er neyðugt at telva ein dyst móti Kramnik áðrenn talan kann verða um, at Kasparov kemur inn í myndina aftur. Um pensioneraða legendan yvirhøvur er áhuga, er ein onnur søk.
Venjarin hjá Topalov mongu seinastu árini, Silvio Dainalov, nevnir novembur 2006 sum eitt gott og realistiskt tíðspunkt til ein ultimativan HM-dyst. Spurningurin er so um altjóða talvsamgongan FIDE og Kramnik eisini síggja ljóst uppá hendan møguleika.
Fyrra helvtin avgjørdi
Topalov var í serklassa í San Luis. Eftir eina óhoyrda fyrru helvt, har hann skúgvaði alla mótstøðu til viks, gearaði Topalov nakað niður og remiseraði seg til heimsmeistaraheitið. 6 sigrar og 8 javnleikir.
Topalov er sera sterkur á øllum økjum. Tað er ikki av tilvild at hann er heimsmeistari. Kanska ein veikleiki er, at hann til tíðir tykist heldur ótryggur tá hann hevur vinnandi fyrimun og skal avgera talvini. T.d. hevði hann slíkar støður ímóti Anand og Morozevich, sum ikki góvu meira enn javnleikar. Men tað er so tað einasta neiliga ein kann siga um telvingina hjá honum. Hann dugur eitt nú væl at koma í støður, ið hann veit mótstøðumennirnir ikki dáma. Ein sterkur allround telvari við kombinatoriskum eginleikum í serklassa.
Anand vaknaði upp úr dvala í seinnu hálvu. Men kortini varð hann alt ov stuttur til at hótta Topalov. Anand vinnur sær nakað av rating omaná sítt høga 2788 ratingtal og tí varð hansara úrslit á heilt góðari leið.
Svidler verður av teimum flestu undirmettur. Hann fær ikki so ofta innbjóðingar til sterkastu kappingarnar, so sum Linares og Wijk aan Zee, men eftir HM-kappingina eiga fleiri hurðar at opnast fyri honum. Hann telvaði rættiliga sannførandi og tapti einans eitt talv. Ímóti Topalov, sjálvandi.
Fjórði maðurin í røðini varð Morozevich. Ilt sá út hjá honum fyrstu umførini, men tríggir sigrar á rað miðskeiðis í kappingini broytti hesa støðu. Hann stríddist væl sum hann plagar og av og á sóu vit hansara eyðkenda talvstíl. Morozevich er helst nøgdur við 50% skoruna.
Botnurin
Størsta vónbrot varð Leko. Eftir at hann tapti ímóti Topalov í fyrsta umfari, reistist hann og hevði 50% skoru tá kappingin var hálvrunnin. Men so knekkaði Leko óvæntað og vann ikki aftur fyrr enn í seinasta umfari.
Adams og Kasimjanov fingu báðir 5,5 stig. Adams hevur ikki telvað serliga væl seinasta árið og í San Luis vann hann einki talv. Trý tap og ellivu javnleikir er einki at reypa av. Kasimjanov, sum hevði lægsta ratingtal, kann hinvegin vera hampiliga nøgdur við avrikið. Hann stendur í stað í rating.
Fremsta kvinnan í heiminum, Judit Polgar, hevði eina vánaliga kapping. Hon hevði annars bert havt góð úrslit í seinastuni, men í Argentina tyktist hon ikki at vera serliga væl fyrireikað. Serliga galið var byrjanarspæl hennara. Hon er væl betur enn úrslit sítt og kemur ivaleyst sterkt aftur.
Endaliga støðan
NavnLandRat.Stig
TopalovBulg278810,0
SvidlerRuss27388,5
AnandIndia27888,5
MorozevichRuss27077,0
LekoUng27636,5
KasimjanovUsbk26705,5
AdamsOng27195,5
PolgarUng27354,5









