Tony Blair torir

Í 1997 kom bretski arbeiðaraflokkurin Labour aftur til valdið við einum rimmar sigri aftaná eitt 18 ára tíðarskeið við konservativum stýri. Maðurin aftan fyri endurreisturin var Tony Blair, og hann situr enn trygt í sessinum sum forsætisráðharri sjálvt um hann er nógv umrøddur og lítið umtóktur í hesum døgum.

Fólk í Bretlandi minnast enn tað kvøldið, tá Tony Blair og flokkur hansara, sum ikki longur æt Labour, men New Labour, vunnið valið. Fleiri hundrað fólk savnaðust uttan fyri Downing Street nr. 10 í veitsluróma. Konservativi flokkurin var burtur og endiliga vóru atlit fyri verkafólkið. Síðan 1979 hevði Margaret Thatcher privatiserað og fokuserað uppá at motivera persónligt framtakssemi. New Labour lovaði, sum flokkar, ið berjast fyri sigri gera, gull og grønar skógir. Ein orsøk til valsigurin var, at lovað varð at kveikja lív aftur í tænastuveitingina frá tí almenna til fólkið. Hetta vísti seg seinni at vera ein av fáu sosialistisku ætlanum flokkurin hevði. Politiska skráin hja New Labour er inspirerað av hugmyndini, sum fyrrverandi forsetin í USA, Bill Clinton, nýtti til at fáa sín sess í Hvítu Húsunum. Hugmyndin er kend sum ?the third way", og byggir stutt sagt á at taka nakað frá tí høgravenda- og nakað frá tí vinstravenda politikkinum, og á tann hátt koma við tí nýggja triðja háttinum. Hendan ideologiin skal vera meira lagalig og nýmótans, enn tær gomlu hugsjóninar.
Orsøkin til valsigurin hjá New Labour var fjølmiðlar og sølulýsingar, eisini ein íblástur frá Amerika. Eitt ótal av fólkum starvaðust aftan fyri leikpallin, bæði fólk sum komu frá tí harða reklamu-heiminum, tíðindafólk og serfrøðingar. Hesi høvdu eina uppgávu: at lýsa New Labour á besta hátt.
Í GICS (Government Information Communication Service) arbeiða í dag 1100 tíðindafólk fyri bretsku stjórnina. Hetta varð grundarsteinurin fyri vælgongdina hjá New Labour. Blair sjálvur steig fram við útstrálandi karismu, øvutur John Major, táverandi formanni hjá teimum konservativu, sum varð sæddur sum turrur og deydligur. "The third way" var ein nýmótans og spennandi hugmynd, aftaná 18 konservativ ár. Í dag verður sagt, at tey fleiri hundraðtals fólkini, sum feiraðu valsigurin hjá New Labour í 1997 uttanfyri Downing Street nr. 10, vóru leigað. Hetta vóru myndir sum fjølmiðlarnir sendu kring allan heimin.
Í 2001 var aftur val í Bretlandi. Tony Blair varð endurvaldur, men valið var eingin sigur - einans 25 % atkvøddu fyri New Labour. Tað týdningarmesta er, at New Labour enn hevur eitt stórt fleirtal í ?the House of Commons".
Ein av orsøkunum til, at konservativi flokkurin hevði maktina í samfull 18 ár, var, at hin stóri flokkurin í Bretlandi, Labour, ikki virkaði. Flokkurin var eingin hóttan mótvegis táverandi stjórn. Sama støðan er í dag í Bretlandi, men nú hava flokkarnir broytt leiklut. Konservativi flokkurin hevur ein einkisigandi formann, Ian Duncan Smith, nógv ósemja er innanhýsis í flokkinum og flokkurin hevur einki flutt seg tíggju tey seinastu árini. Teir konservativi eru eingin hóttan, tí varð Blair afturvalgdur í 2001 og tí hevur hann enn fríar teymar í dag.
Í hesum døgum er lítið positivt at hoyra um Tony Blair; hann hevur ikki hildið síni vallyftir og verður ákærdur fyri at skikka sær meira sum ein forseti enn sum ein forsætisráðharri. Ein forseti verður beinleiðis valdur av fólkinum til at sita á landsins hægsta posti, ein forsætisráðharri eigur ikki at verða tann máttmiklasti, hann er formaður í tí valda flokkinum. Politikkurin, sum verður førdur í dagsins Bretlandi er lítið og einki broytur frá tíðini, tá Margaret Thatcher var forsætisráðharri. Nakrar av hugsjónunum hjá Margaret Thatcher vóru, at privatiseringar vóru góðar fyri allar partar - tað gav frælsi til tann einstaka um tað almenna ikki var blandað uppí virksemið og samstundis gav privatisering tí einstaka ambitiónir. Hugsanin var, at egið virksemi gevur ábyrgd og hug til gott úrslit, og hetta góða úrslitið fer at dryppa sum regndropar av prestinum á degnin.
Margaret Thatcher fekk í lag nógvar privatiseringar, og hetta hevur New Labour eisini gjørt - Blair hevur soleiðis privatiserað NATS (National Air Traffic Controle). Margaret Tatcher var ein sterkur leiðari fyri Stóra Bretland, tað sama kan sigast um Tony Blair. Ein tory merkir í Bretlandi ein konservativur politikkari. Tony Blair verður ofta kallaður Tory Blair. Ein skal ikki lata seg lumpa av, at stýrandi flokkurin í Bretlandi eitur arbeiðaraflokkurin. Í Bretlandi er eingin sosialistiskur flokkur.
Higartil hava fólk verið samd um, at Blair klárar seg væl í altjóða politikki - hann hevði til dømis ein avgerandi leiklut sum evropeiskur leiðari í stríðnum í Kosovo, har hann syrgdi fyri, at muslimsku kosovo-albanarnir fingu hjálp, men tá tað snýr seg um innanhýsis politikk eru ikki nógv rósandi orð.
Í dag verða nógv spurnartekin sett við Blair. Hann er í holt við at leiða Bretland í hernað og bretska fólkið skilir ikki, hví hann hongur í skjúrtuvelinum hjá George Bush. Fólk finnast at, at Tony Blair, sum umboð fyri Bretland, gongur undan fyri einum álopi á Irak og á tann hátt ger Bretland til eitt høvuðsmál fyri muslimskum yvirgangi. Fólk stuðla ikki Blair í hesum málinum og hvørja støðu parlamentið hevur veit eingin.
Parlamentið hevur havt eitt orðaskifti um evnið, men enn hevur eingin atkvøðagreiðsla verið. Óivað verður eingin atkvøðugreiðsla áðrenn álopið, tí um núverandi dagsskráin varð feld, hevði tað komið illa við hjá flokkinum. Ein atkvøðugreiðsla verður óivað aftaná, at kríggi er byrjað og tá fer eingin at tora annað enn at stuðla støðu landsins. Eitt bretsk orðatak sigur ?Turkey´s don´t vote for Christmas". Um onkur atkvøður ímóti krígnum, tá tað er byrjað, og propagandan hevur tikið bretska fólkið í kríggj, so er tað snøgt sagt at grava sína egnu grøv.
Bretland hevur leingi havt eina serstaka alliansu við USA. Í 1980-unum samstarvaðust Ronald Reagan og Margaret Thatcher um at spjaða tey nýliberalu økonomisku virðini, Bill Clinton og Tony Blair hava nógv saman, og tað sama er galdandi millum Blair og George Bush, sum báðir eru trúgvandi menn. George Bush hevur staðfest, at Saddam Hussein er óndskapurin sjálvur. Er tað tí, at Bush og Blair vilja beina fyri honum? Hetta er ein spurningur sum Blair ikki vil svara og hann vil heldur ikki svara um Bush og hann biðja saman.
Bretland hevur altíð verið í eini afturhaldandi støðu mótvegis Evropeiska Samveldinum (ES). Bíðað varð leingi við limaskapinum og enn hevur Bretland ikki tað evropeiska gjaldoyra (Evruna). Bretland hevur leingi virkað sum eitt lið ímillum USA og ES, og hevur ein fót í hvørjum leiri. USA er eisini ein tann týdningarmiklasti viðskiftisfelagin hjá Bretlandi. Er politiskur trúskapur orsøk til stuðulin frá Blair? Eingin kennir endaliga svarið, men Blair verður í dagsins Bretlandi sæddur sum puddulhundurin hjá Bush. Kortini tykist Tony Blair ivaleysur: Saddam Hussein er óútrokniligur, tí má hann beinast burtur, hann er ein hóttan. Blair sýnist sannførdur í síni áskoðan og óivað er tað størsta orsøkin til stuðulin til Bush.
Enn hevur Blair ikki megnað at sannføra fólkið, men hann hevur fríar teymar og eingin í Bretlandi fer at forða honum. Blair torir, kann og fer óivað at føra Bretland í kríggj. Hvørja støðu ST fer at taka til spurningin, og hvørs Bush og Blair fara uttanum ST, fer komandi tíðin at vísa. Eftir øllum at døma slepst ikki undan kríggi um Saddam Hussein ikki brádliga broytir sína politisku kós.