Roknað verður við, at Tony Blair, bretski forsætismálaráðharrin, fer at leggja frá sær í dag, og forsætismálaráðið váttar, at hann fer at koma við eini fráboðan í dag um framtíð sína sum Labour-formaður Tony Blair hevur verið forsætisráðharri í Bretlandi í 10 ár, og við honum sum leiðara hevur Arbeiðaraflokkurin vunnið trý val á rað. Roknað verður við, at Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, fer at taka við sum nýggjur forsætismálaráðharri.