Vørn boðar í dag frá, at felags atgongdin, at fiska makrel í ES-sjógvi í 2020 er fiskað.
Sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, var felags atgongdin at fiska makrel í ES-sjógvi 12.806 tons.
Hesi tonsini eru nú fiskað og tískil kunnu skip ið høvdu part í felags atgondini, ikki fara til fiskiskap eftir makreli í ES-sjógvi, sigur Vørn.











