Tónleikurin lekir meg

Listamaðurin Øssur Johannesen fortaldi í gjárkvøldið á DR1, hvussu tónleikurin hjálpir honum, tá hann er depressivur

Kendi, danski sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen hevur gjørt fýra sendinginar um sálarsjúkur.

 

 

Í sendingunum vitjar hann á fleiri ymiskum deildum, ið eru ætlaðar fólki við sálarsjúkum.

 

 

Í triðju sendingini, sum bleiv víst á DR1hóskvøldið, vitjaði Anders Lund Madsen á Psykiatrisk Center í Hvidovre, har hann millum annað prátaði við listamannin Øssur Johannesen.

 

 

- Tað er tónleikurin, ið lekir meg. Eisini at mála og tekna, segði Øssur Johannesen í sendingini.

 

 

Eisini greiddi hann frá, hvussu hann fyrstu ferð sum 14 ára gamal gjørdist mani-depressivur.

 

 

Trýst her fyri at síggja sendingina.