Tónleikur frá Frelsunnar Herinum fylti Vaglið

Hvat er ein ólavsøka uttan Frelsunnar Herin? Síðan 1925 hevur Frelsunnar Herurin verið ímyndin av ólavsøkuni, har tey syngja, spæla og tala fyri ólavsøkugestum.

Undir Gamla Bókhandli standa tey íklædd eyðkenda búna sínum. Reyður og bláur. Onkur stendur við eini trompet og onnur við trummu.

 

- Jesus læt upp perluportrið, opnaði ein veg til mín. Syngið við.

 

Soleiðis ljóðaði tað, tá Frelsunnar Herurin hevði útifund undir Gamla Bókhandli fyrr í kvøld. Fitt av fólki var savnað fyri at líða á. Klokkan 17 komu tey gangandi skrúðgongu, sum tey hava gjørt í so mong ár. Síðani var hornatónleikur og felagssangur.

 

Tíverri darvaði veðrið møguleikanum hjá Frelsunnar Herinum at hava møti, tí tøknin toldi ikki regnið, sum var fyrr í dag. Tí var einans ein stuttur vitnisburður at hoyra, áðrenn sungið var ein síðsti sangur. Tá tað var gjørt, fóru tónleikararnir hjá Frelsunnar Herinum skrúðgangandi niðan eftir Vaglinum aftur.

 

Útimøti verður aftur kl. 23 í kvøld.