Tað er nú greitt, at tónleikafestivalurin, Voxbotn, verður í Vágsbotni í døgunum fríggjakvøldið, 20. og leygarkvøldið 21. august. Voxbotn er útsett fleiri ferðir av koronu, men í dag hevur landsstýrið avtikið avmarkingina, sum sigur, at tað kunnu í mesta lagi 500 fólk verða samlað. Sosatt kunnunú so nógv fólk samlast sum tey vilja og tað gingu ikki nógvir minuttir til støða varð tikin til, at Voxbotn skal vera 20 og 21. august. Tá verða tvey Voxbotn løgd saman, tí heldur ikki í fjør var nakar festivalur. Sostatt verður
Voxbotn fyri 2020 hildið fríggjadag 20. august, og Voxbotn fyri í ár verður hildið leygardag 21. august. Í ár eru tíggju ár síðan Voxbotn var á fyrsta sinni, og tað verður hátíðarhildið við tónleiki í tveir dagar.
Í næstum verður kunnað um hvør fer at syngja og spæla hesar báðar dagarnar og atgongumerki verða at fáa seinni í vikuni. Enn eru 700 atgongumerki eftir til Voxbotn 2020, men vilja fólk fáa peningin endurrindaðan, fáa tey tað.