Millum tey tilboð, sum eru nýggj hjá kvøldskúlanum í Fuglafirði í ár, er eitt nú tað, sum rópt verður "tónleikaligt umhvørvi fyri ung".
Brynhild Næs Petersen, kvøldskúlaleiðari, sigur, at tað verða teir báðir, Høgni Lisberg og Johan Hentze, sum fara at taka sær av hesum.
Hon sigur, at tá Fuglafjarðar kommuna og kvøldskúlin í Fuglafirði hava ynskt eitt ørvísið tilboð til tey yngru, eru Høgni Lisberg og Jóhan Hentze bodnir at skipa fyri hesum kvøldskúlaskeiðnum.
- Ynski er, at tey ungu skulu hava eitt stað at fara eitt kvøld um vikuna - ella, eitt fríkvøld, har ung fara út at hugna sær saman við øðrum tónleikaáhugaðum. Jóhan Hentze og Høgni Lisberg hava tilsamans sera breiðar royndir úr tónleikalívinum og skulu soleiðis stýra hesum frírúminum, sum hon rópar tað.
- Her verða kvøld við poppcorn og youtube-videoum, kvøld, har tað verður lurtað eftir og prátað um tónleik, hugt verður eftir føroyskum og útlendskum viðurskiftum.
Hon sigur, at helst verður okkurt praktiskt eisini á skránni, eitt nú skrivivenjingar av onkrum slag ella samanspæl - fyri betri at skilja, hvaðani tónleikurin kemur, og hvussu hann verður framførdur.
- Hetta verður eisini gjørt fyri at stimbra skaparaevnini í onkrum, sum kanska ynskir at skapa sjálvur. Tað er so ótrúliga nógv meira til í tónleikaheiminum enn bert at klimpra á ein guitara.
Hon vísir á, at onkur skal booka konsertir, skipa fyri festivalum og verða umboð fyri tónleikarar. Neyðugt er við plátufeløgum og forløgum, og onkur skal ummæla og skriva um tónleik.
Brynhild Næs Petersen heldur brosandi fyri, at kanska verður tað onkur komandi fyriskipari ella umboðsmaður/ kvinna, ið meldar seg til hetta kvøldskúlaskeið hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla.
- Tónleikavinnan flytir seg so skjótt, at sjálvt tey garvaðu hava ilt við at fylgja við. Kanska skalt tú ikki fylgja við, men heldur slóða fyri.
Kvøldskúlaleiðarin leggur aftrat, at hóast yvirornaða temaið í nevnda tilboði er ”tónleikur”, nýtist einum, ið ætlar sær at luttaka, ikki at duga at spæla ljóðføri fyri at vera við.
- Tað er nóg mikið at hava áhuga fyri tónleiki, sigur Brynhild Næs Petersen.