Tonk um listaskúlin var komin

Í eykablaðnum Mentan, sum er í Sosialinum hetta vikuskiftið, er stór portrettsamrøða við 83 ára gomlu Ásu Hátún, sum í sínum arbeiði sum handarbeiðslærari og sínum virki sum tøvari og listahandverkari hevur granskað ymisku dygdirnar í føroysku ullini.

 

Í eykablaðnum Mentan, sum er í Sosialinum hetta vikuskiftið, er stór portrettsamrøða við 83 ára gomlu Ásu Hátún, sum í sínum arbeiði sum handarbeiðslærari og sínum virki sum tøvari og listahandverkari hevur granskað ymisku dygdirnar í føroysku ullini.

 

- Onga aðrastaðni gongur seyðurin úti alt árið, men sjálvt um okkum dámar at siga, at føroyska ullin er tann besta í verðini, so eru tað bara tóm orð. Vit vita tað ikki, vit gera lítið og einki fyri at kanna tað, og vit gera heldur einki serligt fyri at fáa tað besta burtur úr henni.

 

Málið hevur altíð verið at fáa tað besta úr ullini. At finna ullinta creme de la creme. Føroyska ullin hevur dygdir, sum vit als ikki geva okkum far um, sigur hon millum annað í greinini.

 

- Tá eg tosi um at fara eftir tí besta í føroysku ullini, hava fólk hug at flenna at mær. Men hevði onkur tosað um føroyskan gourmetmat fyri 20 árum síðan, høvdu fólk eisini flent.

 

Í samrøðuni greiðir hon eisini frá, hvussu tað var at byrja at brúka føroyska ull í læraraskúlanum, har lærugreinin annars bygdi á danskar lesivegleiðingar og útlendskt tilfar.

 

- Eg minnist tað fyrsta árið, eg byrjaði at tøva í læraraskúlanum, og vit høvdu gjørt avtalu við pápan hjá einum av teimum lesandi um at koma við ull. Hann svór við, tá hann dragsaði sekkirnar inn í skúlan. Hann helt tað vera nakað fjas at fara í holt við at stríðast við ullina aftur.

 

Í 1982 var Ása  saman við øðrum í arbeiðsbólki, sum handaði landsstýrinum álit um at seta á stovn listaskúla í Føroyum við støði í royndarvirkseminum hjá Súsan í Jákupsstovu í Sandoy. Sama árið varð eisini álit um føroyskan musikkskúla skrivað. Musikkskúlin varð settur á stovn, men eingin listaskúli.

 

- Hygg hvar musikkskúlin er í dag, og tonk um listaskúlin var komin tá. Tonk hvussu rík vit so høvdu verið. Vit hava fantastiska nógv dugnalig ung listafólk, og tey hava brúk fyri einum heimligum lærandi umhvørvi, sigur listahandverkarin og fyrrverandi læraraskúlalærarin, Ása Hátún í samrøðu í Mentan.

 

Í portrettsamrøðuni greiðir Ása eisini frá barndóminum í Kvívík undir krígnum og lívið sum nýútbúgvin lærari í Keypmannahavn og um at finna fram til tað sum tilfarið bjóðar inn til. Eisini tá talan er um menniskju.

 

Lesið samrøðuna í  í eykablaðnum Mentan í Vikuskiftissosialinum.