Toni Kroos var best undir HM

Sambært hagtølunum, so var Toni Kroos besti leikari undir HM endaspælinum í Brasil.

 

Tá Lionel Messi í gjárkvøldið varð valdur til besta leikara undir HM endaspælinum í Brasil, vóru tað fleiri, ið vóru yvirraskaði. Lionel Messi byrjaði HM endaspælið væl og átti stóran leiklut í at Argentina vann allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum. Men í teimum sokallaðu knock-out dystunum, fekk Lionel Messi einki mál.

 

FIFA hevur ein hagtals lista, ið samlar upplýsingar um hvønn einstakan leikara til HM endaspælið og tað er har, at Toni Kroos hevur fingið tey bestu tølini.

 

FIFA sigur.

 

-          -      Hvør avlevering, hvør takling og hvør flyting á vøllinum verður mátað og viðgjørd um tað hevur havt eina jaliga ella neiliga effekt fyri liðið.

 

Lionel Messi, ið vann “Golden Ball” er á 11 plássið yvir teir mest virðismettu leikararnar á listanum hjá FIFA.

 

Topp 11 listin hjá FIFA er hesin:

 

Nr. 1 Toni Kroos (Týskland)

Nr. 2 Karim Benzema (Frakland)

Nr. 3 Arjen Robben (Holland)

Nr. 4 Thiago Silva (Brasil)

Nr. 5 Oscar (Brasil)

Nr. 6 Stefan De Vrij (Holland)

Nr.7 Thomas Muller (Týskland)

Nr. 8 David Luiz (Brasil)

Nr. 9 James Rodriguez (Kolumbia)

Nr. 10 Neymar (Brasil)

Nr. 11 Lionel Messi (Argentina)