Tom Hanks troyttast av følskum Tom Hanks

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við vitlíki (AI).

 

Amerikanska Hollywood-stjørnan, Tom Hanks, hevur rent seg í ein av vansunum. Hann ávarar á Instagram ímóti eini falskari útgávu av sær sjálvum.

Tann falska útgávan er gjørd við AI og er við í lýsingum, sum stjørnusjónleikarin sjálvur ikki hevur havt nakað við at gera. 

– Ansið eftir. Tað er ein video harúti, sum lýsir fyri onkra tannlæknatrygging við eini AI-útgávu av mær. Eg havi einki við tað at gera, skrivar hann í einum uppslag á Instagram sambært AFP.

Oscarvinnarin hevur áður víst sína stúran um nýtslu av AI í filmi og sjónvarpi. Men hann sær tó eisini nakrar møguleikar í tí.

Hann hevur áður sagt, at hann heldur, at hann via AI í teoriini kann halda fram við at vera við í filmi, sjálvt eftir at hann er deyður.

/ritzau/

##med2##