Tolni gevur vinning

Um føroyingar hava tol og møguleika at bíða longur enn bretar, so kan tað vera til fyrimunar fyri Føroyar, sigur professari í havrætti við lærda háskúlan í Oslo, Geir Ulfstein. Miðlinjukravið og treiskni kann í seinna enda vera føroyingum til fyrimunar. Ein rættarsak í Haagdómstólinum er sum at blaka terningar, úrslitið er púra óvist.

Jógvan Hugo Gardar, Oslo: ? Latið ikki bretar fáa ta fatan, at tit eru í tíðarneyð, men fáið teir at skilja, at teir hava meir at missa við at lata marknamálið bíða, enn føroyingar. Hesi eru ráðini, føroyingar fáa frá einum av leiðandi serfrøðingum hjá norðmonnum innan havrætt, Geir Ulfstein. Hann var millum annað við í tí bólkinum, sum norska stjórnin valdi at fyrireika rættarmálið millum Noreg og Danmark um markið millum Jan Mayen og Grønland.

? Føroyingar mugu hugsa seg væl um, áðrenn farið verður víðari, og latið vera við at viðganga nakað, bert fyri at fáa ígongd samráðingar, sigur Geir Ulfstein.

Hann sigur, at ein eigur gjølla at umhugsa tað kravið, sum føroyingar hava kravt, sammeta tað við bretska kravið og finna út av, hvat liggur í teimum báðum krøvunum.

? Ein spurningur føroyingar sjálvandi eiga at umhugsa, er um ein skal víkja frá upprunakravinum um miðlinjuna. Um tað er neyðugt at hava bæði fiskimark og mark á havbotninum á sama stað, ella um ein eigur lata bretar fáa meir av sínum kravi. Hetta eru spurningar, sum eiga at vera gjølliga umhugsaðir


Arga mótpartin

Geir Ulfstein sigur, at ein triðji spurningurin sum eigur at viðgerast er, um virksemið á leiðini, partarnir eru ósamdir um.

? Hvussu ágangandi skal ein vera í sínum virksemi. Hvussu nær tí umstrídda økinum skal ein hava virksemi, t.d. innan oljuleiting, ella skal ein halda seg hampuliga langt frá einum slíkum øki? sigur havrættarserfrøðingurin.

? Bretar hava valt ein miðal ágangandi framferðarhátt , men teir eru ikki farnir um miðlinjuna - tað eg veit um -. Ein kundi hugsað sær eina enn meir ágangandi framferð, til dømis kundu bretar farið undir leiting norðan fyri ella vestan fyri fiskimarkið.

Geir Ulfstein vísir eisini á spurningin um, hvussu grundlinjan skal strekkjast, tí fleiri mátar eru at gera tað uppá.


Haag-dómstólurin

Geir Ulfstein hevur ikki nágreiniliga sett seg inn í marknatrætuna millum Føroyar og Bretland, men úttalar seg sum serfrøðing innan havrætt, og við serligari vitan um Jan Mayen/Grønland-trætuna, sum endaði í Haag-dómstólinum. Í hesum málinum fór Danmark beinleiðis til Haagdómstólin, uttan fyrst at boða Noreg frá.

? Hetta gjørdi sjálvandi, at vit fingu eitt sindur ringa tíð, men ein bólkur bleiv í skundi settur til at arbeiða við málinum. Bólkurin umfataði umboð fyri stjórnina og nakrar serfrøðingar, sum kendu til málið og málsviðgerð í Haagdómstólinum. Eg var við sum havrættarserfrøðingur, sigur Geir Ulfstein.

Spurningurin um trætan um markið skal sendast til Haagdómstólin hevur verið umhugsaður í Føroyum leingi. Geir Ulfstein sigur, at hetta er sum at kasta ein terning. Ein kan ikki frammanundan við vissu vita, hvat dómstólurin vil leggja dent á.

? Danmark er ikki partur í havrættaravtaluni, sambært teimum upplýsingunum eg havi, men Danmark er partur í landgrunnaravtaluni av 1958, og hon kann tí brúkast í Haagdómstólinum.

Geir Ulfstein sigur, at ein góð orsøk til at fara til Haagdómstólin er, um bretar gerast ov víðgongdir í sínum krøvum.

? Danmark hevur royndir frá slíkum rættarsakum, og kann væl royna seg aftur. Haagdómstólurin kann byggja sínar dómar á bæði havrættaravtaluna og avtaluna um landgrunnar.

Í artikkul 6 í landgrunnaravtaluni er fyrsta krav, at tað er ein avtala ímillum partarnar, og er eingin avtala, so er tað miðlinjan sum skal telja um ikki serligar umstøður gera seg galdandi.

? Í hesi avtaluni verður áherðsla løgd á miðlinjuna sum eitt týðandi prinsipp. Tá er spurningurin um tað eru serligar umstøður millum Føroyar og Stórabretland. Eftir mínum tykki skuldi tað ikki verið nakrar serligar umstøður sum gera, at annar parturin kann krevja undantak frá miðlinjuprinisppinum.

Serligar umstøður kunnu vera nakrar oyggjar, sum skulu telja við ella ein serligur partur av strondini. Kolbeinsey norðanfyri Ísland er eitt tílíkt dømi.

? Men í høvuðsheitinum leggur landgrunnaavtalan størri dent á miðlinjuprinsippi enn enn havrættaravtalan, ið ikki nevnir miðlinjuprinisppi.

Artikkul 83 í havrættaravtaluni sigur, ar partarnir skulu hava eina avtalu sínamillum. Men hava partarnir ikki undirskrivað nakra avtalu, so skal ein nýggj avtala byggja á altjóða lóg, sum Haagdómstólurin rættvíst skal finna fram til.

? Samanbera vit hesar báðar avtalurnar, so er tað mest stuðul fyri miðlinjuprinsippinum í landgrunnaavtaluni. Hinvegin er einki til hindurs fyri at Haagdómstólurin brúkar havrættaravtaluna og finnur út av, at miðlinjuprinsippið er tað, sum er mest rættvíst í ósemjuni millum Føroyar og Stórabretland.

? Men ? tað er eitt men, tí í málinum um markið millum Grønland og Jan Mayen endaðið tað við somu loysn fyri markið á landgrunninum og 200 fjórðinga fiskimarkið. Trætan um markið á landgrunninum bleiv loyst við avtaluni av 1958 (landgrunnaravtalan), meðan 200 fjórðinga fiskimarkið bleiv loyst við ávísing til tað vit kalla fólkarættarligan siðvenjurætt. Her bleiv eingin munur á markinum, sjálvt um landgrunnaravtalan klárt vísir til miðlinjuprinsippið.

Skilir dómstólurin millum hvat fyri strandalond vit tosa um?

? Ja, dómstólurin í Haag sigur, at miðlinjuprinsippið er eitt gott útgangsstøðið, tá strandalondini liggja yvirav hvør øðrum sum Føroyar og Stórabretland. Hin møguleikin er grannahav, sum til dømis millum Spania og Frakland. Tá strandalondini liggja yvirav hvør øðrum er miðlinjuprinsippið av størri týdningi fyri dómstólin.


Kann fara báðar vegir

Geir Ulfstein sigur, at Haagdómstólurin í Jan Mayen/Grønland trætuni væl kundi havt valt miðlinjuprinsippið, men hann valdi í staðin at tilpassa miðlinjuna.

? Grundgevingin var fyri tað fyrsta strandalongdin og fyri tað næsta at tryggja grønlendskum fiskiførum atgongd til eitt ávíst havøki. Tí liggur markið millum Jan Mayen og Grønland nú nærri Jan Mayen, enn grønlendsku strondini.

Hann sigur at tað kann tykjast, sum um Haagdómstólurin roynir at finna ein millumveg, so báðir partar fáa eitt sindur.

Hevur støddin á londunum nakran týdning?

? At Føroyar eru eitt lítið land og Stórabretland eitt stórt land, skal ikki hava nakað at siga, og tað stendur heldur einki í einum dómi um at rætturin hevur lagt dent á nakað slíkt, tá teir hava dømt. Hinvegin kann ikki útihýsast tann møguleikin, at dómararnir vilja leggja dent á stødd, hóast spurningurin ikki er umráðandi fyri dómstólin.

Geir Ulfstein sigur, at tað kann hugsast at føroyingar kunnu leggja inn nøkur krøv sum gera, at dómstólurin metir tað av týdningi fyri føroyingar.

? Eins og í Jan Mayen/Grønland dóminum, har dentur er lagdur á at grønlendarar skulu hava atgongd til eitt ávíst øki, so kann henda at føroyingar kunnu vísa á eitt ávíst mynstur hjá einum fiskaslagi. Hetta mynstrið kann vera við til at ávirka dómstólin. Um Føroyar kunnu prógva fyri Haagdómstólinum, at toskastovnurin ella svartkjaftastovnurin ferðast í einum ávísum øki, kunnu føroyingar fáa dómstólin til at leggja dent á hetta í sínum dómi.


Ikki roynt fyrr

Í samband við trætuna millum Føroyar og Stórabretland hevur verið ført fram, at vit kunnu framvegis hava 200 fjórðinga fiskimarkið, men at Stórabretland kann hava rættindini langt inn á føroyskt øki á havbotninum. Geir Ulfstein sigur, at hetta hevur Haagdómstólurin enn ikki gjørt nakað við.

? Einasti dómurin frá Haag-dómstólinum har teir bæði skuldu seta fiski- og landgrunnamark er júst í Jan Mayen/Grønlanddóminum. Har valdu teir sama mark. Frammundan hevur dómstólurin avgjørt landgrunnamarkið.

Kann fiskimarkið broytast, um bretar vinna í Haag?

? Nei, tí her er ein endalig avtala millum partarnar, og tað kann Haagdómstólurin einki gera við. At tað í dag er ein avtala, har miðlinjuprinsippið er brúkt, talar fyri at miðlinjuprinsippið eisini verður brúkt á havbotninum.


Krevjandi at

fara til Haag

Geir Ulfstein sigur, at føroyingar hava tveir møguleikar, tað er at ganga nøkrum av bretsku krøvunum á møti, ella at fara til Haag-dómstólin.

? Spurningurin um hvussu ringa tíð føroyingar hava er tann fyrsti, sum má loysast. Kunnu føroyingar bíða, so gerið tað, og fáið bretar at koma við einum útspæli. Tann parturin, sum kann bíða, hevur eisini mest at vinna. At føra eitt rættarmál í Haag er krevjandi bæði fíggjarliga, og nógvir serfrøðingar koma inn í myndina, og málið tekur tíð.

Hvussu umfatandi er ein fyrireiking til Haagdómstólin?

? Tað krevur nógva pengar. Í Jan Mayen/Grønland málinum brúktu vit nógva tíð, pengar og fólk. Her á lærda háskúlanum í Oslo vóru vit eini seks-sjey persónar, sum vóru serfrøðingar innan fólkarætt, fiskivinnu, landafrøðið og so framvegis. Harafturat fingu vit hjálp frá fólkarættsserfrøðingum í millum annað Fraklandi, Stórabretlandi og USA. Hesir serfrøðingarnir eru dýrir. Harafturat koma embætisfólk, sum arbeiddu við málinum í stjórnini. Vit brúktu tilsamans umleið fimm ár frá tí at danir í 1988 sendu málið til Haag, til dómurin fall í 1993.

Eini ráð til føroyingar?

? Um føroyingar meta, at tað kravið, teir hava kravt, er tað mest rættvísa, og tað kravið, sum kann vinna fram í Haagdómstólinum, so síggi eg onga grund til at víkja frá hesum kravinum. Haldið fast og bíðið við Haagdómstólinum so leingi tit hava møguleika. Fyri føroyingar er at vóna at bretar hava meir skund.