Tollmálið: Sakarmálið tekur minst eitt ár

Um samgongan velur at bíða eftir einum úrskurði frá dómsvaldinum í samband við tollmálið, so skal Føroya fólk vænta at bíða í minsta lagið í eitt ár, áðrenn avgerð fellur.

Um samgongan velur at bíða eftir einum úrskurði frá dómsvaldinum í samband við tollmálið, so skal Føroya fólk vænta at bíða í minsta lagið í eitt ár, áðrenn avgerð fellur.

 

Tað sigur Bjørn á Heygum, sakførari, í kvøld. 

 

 

 

Røddir eru í kvøld frammi um, at avgerðin hjá Jørgeni Niclasen at leggja sak móti Kringvarpinum og Portalinum júst nú, er mest ein politisk roynd at bjarga sær sessin sum fíggjarmálaráðharri.

 

 

Fólkaflokkurin fekk mánadagin 14 dagar frá løgmanni at loysa trupulleikan, sum kom í kjalarvørrinum av tollmálinum, og misálitisuppskotið á Jørgen Niclasen í farnu viku.

 

 

Lítið bendir á, at Jørgen Niclasen ætlar sær at leggja frá sær sum fíggjarmálaráðharri, og hann hevur fleiri ferðir ført fram, at hann hevur fullan stuðul frá Fólkaflokkinum sum formaður og sum fíggjarmálaráðharri.

 

 

Í kvøld hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum so valt at stevna Kringvarpinum og Portalinum millum annað við hesi grundgeving:

 

 

"Eg kann ikki longur góðtaka, at nevndu fjølmiðlar hava sett eina útspillingarherferð í gongd móti mær, einans við tí endamáli at oyðileggja mína politisku framtíð.

 

 

Skuldsetingarnar móti mær um at hava snýtt í tolli eru ósannar. Talan er um grova ærumeiðing móti mínum persóni. Skuldsetingarnar verða eisini settar fram móti betri vitan."

 

 

Fleiri keldur hjá in.fo í Sambandsflokkinum siga í kvøld, at hendan avgerðin hjá Jørgeni Niclasen um at stevna ikki er nóg mikið til, at sambandstingfólk broyta hugsan í málinum.

 

 

Løgmaður vildi ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið í kvøld, men er eftir øllum at døma fegin um nýggjastu tíðindini frá Fólkaflokkinum.

 

 

– Hetta er í øllum førum eitt stig rætta vegin, sigur løgmaður í stuttari viðmerking.

 

 

Um avgerðin hjá Jørgen Niclasen at stevna Kringvarpinum og Portalinum fyri bakbit verður nóg mikið til at kyrra Sambandsflokkin er ikki vist enn.

 

 

Í øllum førum er greitt, at ein slík sak er tíðarkrevjandi.

 

 

– Hatta sakarmálið tekur í øllum førum eitt ár, sigur Bjørn á Heygum, sakførari.