Vága Floghavn bjóðar nú út raksturin av tollfríu søluni á flogvøllinum út.
Útboðið fevnir um samlaða rættin til rakstur av tollfríari sølu frá nýggju farstøðini hjá Vága Floghavn – hjá bæði komandi og farandi ferðafólkum.
Ætlanin er, at tollfríu sølubúðirnar skulu lata upp í seinasta lagi 1. juni 2014, tó so, at hetta kann framskundast ella seinkast, um byggiarbeiðið av nýggju farstøðini verður framskundað ella seinkað. Tá ið latið verður upp er ætlanin, at tollfría sølan skal verða opin fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í samband við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum.
Øll, ið hava áhuga og sum uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Fyri at fáa útboðstilfarið skulu áhugaðir tilboðsgevarar rinda eitt gjald uppá kr. 10.000 til P/F Vága Floghavn.
Freistin fyri at lata inn tilboð er úti mánadagin tann 7. oktobur kl. 12:00.
Metingin av innkomnu tilboðunum verður framd í tveimum umførum; útveljingarumfarinum, hvar mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfarinum, hvar ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mettir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemi.
P/F Vága Floghavn væntar at hava valt vinnandi tilboðið í viku 44 ella 45.
– Nú umstøðurnar fyri at reka tollfría sølu á flogvøllinum verða munandi betur enn nakrantíð áður vónar og vænta vit í Vága Floghavn, at tollfría sølan framhaldandi fer at vaksa og fer at gerast ein munandi inntøkukelda fyri felagið, soleiðis at raksturin av Vága Floghavn framyvir kemur at javnviga enn betur, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.