Tolið við at vera uppi

Løgmaður er við at missta tolið við Høgna Hoydal. Hann er í øðini inn á skuldsetingarnar frá Tjóðveldisflokkinum og fer at krevja greið boð um samgongusamstarvið

 

? Eg vil hava at vita frá Høgna Hoydal, um hann ætlar sær at halda samgonguskjalið ella ikki.

Hetta eru greiðu boðini frá einum ógvuliga ørgum løgmanni, eftir at Tjóðveldisflokkurin týsdagin sendi út opið bræv við skuldsetingum móti Fólkaflokkinum.

Løgmaður sigur seg fara at krevja at fáa at vita frá Høgna Hoydal, um hann er sinnaður at halda fram við samgongusamstarvinum við samgonguskjalinum sum grundarlag, ella um hann ætlar at halda fram bert fyri at markera seg í fjølmiðlunum.

? Ætlar Høgni bara at markera seg í fjølmiðlunum, verður ikki neyðugt at fundast á nátt, fyri at bjarga samgonguni, eins og fyri einum mánað síðani, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg ætlar sær ikki at tosa við Høgna Hoydal um støðuna, fyrr enn hann er komin aftur av ferð í Noreg. Tá skal greiða fáast á, um samgongan enn einaferð verður bjargað.

Løgmaður dugir ikki at siga, um samgongan slitnar, ella um hon heldur fram valskeiðið út.