SAMRÁÐINGARRÆTTUR
Føroya Pedagogfelag er ikki sinnað at bíða longur. Hendir einki nýtt í málinum um, hvør skal samráðast við felagið um nýggjan sáttmála fyri teir 500 limirnar, sum arbeiða á dagstovnum, vøggustovum, frítíðarskúlum og sum dagleiðarar, ger felagið bart. Og felagið tekur ikki glaðbeint av innbjóðingini frá Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag um at koma til samráðingar, tí felagið ivast stórliga í, um allar kommunurnar eru umboðarar í felagsskapinum. Allan mánadagin bíðaði felagið eftir svari uppá fyrispurning um, hvørjir kommunalir felagsskapir eru góðkendir av landsstýrinum, men einki svar kom.
- Tað tykist sum lógardeildin ber seg undan at svara, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Hóast Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag í innbjóðingini sigur seg umboðað føroysku kommunurnar, reisir Pedagogfelagið ivaspurningin.
- Vit kunnu vísa á, at fleiri dagstovnar eru, har kommunan ikki er við í nøkrum kommunalum felagsskapi. Tískil hevur hesin felagsskapurin ikki heimild at samráðast teirra vegna. Annað er, at ein triðingurin av dagstovnunum eru sjálvsognarstovnar, sum hava sjálvstøðuga nevnd. Og tað ger støðuna upp aftur meiri fløkta.
Allir limir sama sáttmála
Hóast forkvinnan í Pedagogfelagnum áður hevur sagt, at felagið als einki hevur ímóti at samráðast við kommunurnar, dugir hon at síggja fleiri fyrimunir í, at tað er Fíggjarmálastýrið, sum situr hinumegin borðið, tá samráðast skal.
- Kjarnan í stríðnum hjá okkum er, at allir okkara limir fáa sama sáttmála, og at vit ikki brúka óneyðuga tíð uppá samráðingarnar, endurtaka krøv og grundgevingar og so framvegis. Kommunurnar hava ikki ein felagsskap, sum umboðar allar kommunurnar, tí er frægast at samráðast við Fíggjarmálastýrið, sigur forkvinnan, sum vísir á orðini hjá Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýriskvinnu, ið á tingi hevur sagt, at tað er Fíggjarmálastýrið felagið skal samráðast við júst orsakað av hesum.
- Hinvegin er ein loysn, at ein góðkendur felagsskapur saman við Fíggjarmálastýrinum samráðst við okkum, tí uttan mun til hvat, skal Fíggjarmálastýrið góðkenna sáttmálan. Tá ið vit samráðast um serstovnaøkið í Fíggjarmálastýrinum, er Almanna- og heilsumálastýrið eisini umboðað. Tí er tað natúrligt, at ein góðkendur kommunalur felagskapur er umboðaður, tá ið vit samráðast um dagstovnaøkið. Krøvini hjá okkum eru generell krøv um longri frítíð, styttri arbeiðstíð og annað. Og eg seti spurnartekin við, um kommunurnar skulu taka støðu til hetta, sigur Carita Björklund.
Tiltøk?
Føroya Pedagogfelag hevur líka síðani dagstovnalógin var fyri á tingi í fjør, hildið seg til orðini hjá Helenu Dam á Neystabø um, at Fíggjarmálastýrið er samráðingarpartnarin hjá Pedagogfelagnum. Løgmaður vísti í samrøðu í blaðnum í síðstu viku á, at lógarinnar bókstavur gongur fram um, tað sum verður sagt á tingi.
- Løgfrøðingurin hjá okkum er ikki samdur við løgmanni í tí, sigur Carita Björklund.
Føroya Pedagogfelag fer inn í triðju viku í dag, har knúturin um samráðingarrættin ikki er loystur. Tolið er uppi, og nevndin er ikki sinnað at bíða longur. Hinvegin vil forkvinnan í felagnum ikki siga, hvørji stig felagið tekur, um einki nýtt hendir í málinum.
- Vit hava ongan sáttmála, ongar samráðingar eru byrjaðar enn, so vit hava møguleikan at gera tiltøk. Ting kunnu henda alla tíðina, sigur Carita Björklund.
Hendir einki, er ikki óhugsandi, at felagið setir tiltøk í verk. Arbeiðssteðgur hevur verið nevndur, og tað hevði merkt, at 500 pedagogar leggja arbeiðið niður og fara heim...