Nú eru bert fýra dagar, til krossurin skal setast, sum fær summi at korsa seg, tí nøkur verða krossfest.
Valstríðið er um at koma í hæddirnar, men kortini eri eg meira ørkymlað enn nakrantíð. Sakni at onkur kemur buldrandi inn á vøllin, lyftir nevan á loft og sigur sína hjartans meining um hetta landið, vit búgva í, og hvussu vit kundu gjørt alt so nógv nógv betur. Í løtuni er fullkomiliga ógjørligt at velja ein fram um annan, tí allir siga seg raðfesta alt: Vælferð, trivnað, útbúgving, gransking, tey veiku, tey fátøku, børnini, tey gomlu, bøndurnar... Men millum lítið og onki verður sagt um, hvørji mál ikki skulu raðfestast, hvat er nyttuleyst og ikki hevur uppiborið eina krónu úr landskassanum.
Greiður ella gráur boðskapur
Sakni sterkar flokkar, sum seta nøkur ultimatum, har teir gera púra greitt, at koma teir í samgongusamráðingar, hava hesi og hasi málini allar fremstu raðfesting, uttan nakað himpr. Marknaðarføring snýr seg um at bera ein greiðan og fangandi boðskap, sum fólk minnast, og tí ber ikki til bara at siga, at hetta ella hatta raðfesta vit eisini: Hvussu frammarlaga raðfesta tit tað? Hvørji øki skulu lúta og hvørji eru veruliga verd at kempa fyri?
Hvar er passiónin?
Líka sum at fólk, sum ikki dáma tónleik, ikki áttu at sloppið at arbeitt við børnum, áttu valevni ikki at komið sær at borið ein boðskap, sum tey ikki meina. Sakni at hoyra eitt valevni, sum veruliga tosar út frá hjartanum, tí viðkomandi bara ikki kann lata vera. Sum oftast biðja tey um orðið, tí okkurt mótstøðufólk akkurát hevur slept mikrofonini, og so má eg nokk eisini heldur siga okkurt um hatta.
Uttan at nevna nøvn, so er týðuligt, at summi valevni ikki sjálvi vita, hví tey eru uppstillað. Ongin passión, ongi genial ella kreativ hugskot, ongar veruliga logiskar grundgevingar fyri, hví tey eru so nógv betur egnað at umsita landsins tilfeingið enn tey, sum hava sitið við valdinum seinastu mongu árini. Stutt sagt: ongin vilji ella uppdrift og fullkomiliga onkisigandi hava tey ikki gjørt sær greitt, hvat ið tey vilja, hvussu ella hví. Og tað skínur so týðuliga ígjøgnum, tá ið tey lirra flosklar og klichéir oman yvir lesararnar ella áhoyrararnar: Fólkið er mentan og mentan er fólkið! Mentan er ikki ein útreiðsla, men ein íløga! Útbúgving er lykilin til framtíðina! Gransking, trivnaður og vælferð fyri øll! Mentanin skal vera hægri! Bullshitt!
Hvat ætlar tú ítøkiliga? Hvussu ætlar tú at føra hetta út í lívið? Hvar skal peningurin koma frá? Nær skal tað setast í verk?
Kvinnur í landsstýrið
Komandi landsstýrið verður helst skipað við øðrum fólkum enn fráfarandi. Longu áðrenn startskotið til valstríðið veruliga varð latið av, boðaðu nakrir flokkar frá, at teir fóru at taka atlit til javnstøðuna, gjørdust teir partar av einari komandi samgongu. Hetta var millum annað eftir áheitan frá fyrrverandi forkvinnuni í Javnstøðunevndini, Anniku W. Joensen. Eitt nú boðaði Tjóðveldi frá, at í landsstýri og øðrum álitissessum fer flokkurin at hava javna umboðan av monnum og kvinnum. Javnaðarflokkurin var eisini inni á nøkrum av tí sama, men við einari fiksari heilgardering. Tí flokkurin hevur meldað út, at tá landsstýrið skal mannast, hevur flokkurin samtykt, at ásetingin um javnstøðu eisini skal vera galdandi. So far so good. Og flokkurin greiðir frá, at hetta kann gerast við at flokkarnir, ið skipa samgongu, skulu skjóta ein persón av hvørjum kyni upp til hvønn landsstýrissess, ..og nú kemur tað spennandi.., tí flokkurin sigur víðari, at tað verður uppgáva løgmans at tryggja javnstøðu, tá ið landsstýri endaliga verður skipað. Sostatt kunnu hinir flokkarnir fáa kvinnuliga umboðan í landsstýrið, meðan hansara egni flokkur framvegis verður mannaður av ja, monnum. Snilt, ósympatiskt og vónandi eisini ósannlíkt.
Tá krossurin er settur
Annars má sigast, at tað hevði verið stuttligt at vitað, hvørji málsøki flokkarnir ætla at krevja. Hvønn ráðharra fara teir at senda til hús? Skulu nøkur ráð býtast sundur, nøkur skerjast burtur, ella skulu vit hava fleiri? Og hvussu er ætlanin at bøta um umsitingina av ráðunum, so fleiri enn hálvir løgfrøðingar verða til hvørt ráði? Greið svar eru ikki at uppdríva frá flokkunum, tí teir skulu halda seg væl við hvønn annan. Prísurin er, at eg ikki áni, hvat eg fái fyri atkvøðuna.
“Eg og bara eg”
Aja - hetta bleiv ein síðulinja við nógvum spurningum og fáum svarum. Sigur kanska eitt sindur um, at hetta er fyrsta valstríðið, har flokkarnir veruliga eru skúgvaðir til viks av einum “eg og bara eg” hugburði hjá valevnunum. Tá er ikki løgið, at boðskapurin frá flokkunum og formonnunum er ógreiður.. og eg í villareiði!
P.S. Hvar bleiv visjónsætlanin forrestin av í valstríðnum?