I gjár var løgreglan í Kollafirði og kannaði, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Tey vóru har í tveir tímar og bara hesa tíðina vórðu sjey bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Tey teir vórðu allir skrásettir fyri at koyra úr sløkum 100 kilometrar um tíman, upp í slakar 110 kilometrar um tíman.
Tað merkir at teir fáa allir eitt klipp í koyrikortið, men harumframt fáa teir eisini ímillum 1500 – og 2000 krónur í bót í part.











