2014 royndist sum eitt sera gott ár hjá alifelagnum, Marine Harvest Faroes, sum hevði 156 milliónir í yvirskoti, harav 59 milliónir krónur verða rindaðar í skatti.
Hetta er nógv tað besta úrslitið, sum Marine Harvest Faroes hevur havt higartil, og orsøkina til tað, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes, vera at teir tóku meira laks enn vanligt.
Marine Harvest Faroes er partur av norska Marine Harvest Group, sum er heimsins størsta alifyritøka.
Samtakið framleiðir fjórðahvønn alilaks í heiminum, men alingin í Føroyum er tann hjá stóra samtakinum, sum kastar mest av sær fyri hvørt framleitt kilo av laksi.