Tóku ein bilførara í nátt

Løgreglan sigur, at tað hevur verið á heilt góðari leið

Løgreglan hevur ikki havt tað stóra at gera í nátt. Countryfestivalur hevur verið í Sørvági, men har hevði løgreglan ongar uppgávur- og yvirhøvur hevur veðrið verið so ónossligt, at tað eggjaði ikki til nakað uttanduralív.

 

Hinvegin hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við tí endamáli at vita um bilførararnir vóru edrúir. Tey steðgaðu einum 40 bilum og tað var ein bilførari, sum ikki stóð alkoroyndina. Hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning og blóðroynd er tikin av honum.

 

Annars mátti løgreglan tvær ferðir leggja í tá ið menn vóru ólátaðir. Ì tí eina førinum flættaðist ikki við ein mann og hann varð sostatt tikin á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Hann sleppur út aftur í morgun og við sær fær hann eina bót fyri at  bróta skilhaldsreglurnar.