Tók fleiri tímar at reinsa olju av vegnum

Ikki fyrr enn seint í gjárkvøldið var vegurin millum Søldarfjørð og Norðragøtu reinsaður fyri olju

Tað var um fimm tíðina seinnapartin í gjár, at boðað varð frá, at ein tangabilur hevði mist olju á vegin millum Søldarfjørð og Norðragøtu. Talan var um nógva olju, og tí var vegurin sera hálur. Vegastrekki vóru stongd, meðan vegurin var reinsaður.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur í morgun, at tað tók fleiri tímar at reinsa vegin, sum ikki var reinur aftur fyrr enn einar fýra fimm tímar seinni.

Løgreglan veit, hvør tað var, sum misti oljuna. Nú verður kannað, um tað var gáloysni ella eitt endiligt óhapp, og síðani verður støða tikin til revsing fyri tað.

Klokkan 18:30 í gjárkvøldið varð boðað frá einum arbeiðsóhappið í einum alibáti við Fútaklett. Ein persónur varð heintaður við sjúkrabili og førdur á Landssjúkrahúsið.

Tá løgreglan gjørdi kanningar á Marknagilsvegnum í Havn í gjár vórðu tvey mál skrivað, har fólk tosaðu í fartelefon, meðan tey koyrdu bil. Tað gevur klipp í koyrikortið og eina bót.