Miðbýurin í Havn ber orð fyri at vera øgiliga deydligur, men tað var hann sanniliga ikki í morgun.
Ein hin størsta fyritøkan í Havn, tryggingin á Kongabrúnni, skipaði fyri bjargingarroynd
Tey yvir 70 starvsfólkini í húsinum visti av ongum, tá ið brandávaringin fór at ýla og nógvur roykur fór at breiða seg í húsinum.
- Øll fingu boð um at gera, sum vit eiga at gera í slíkum førum og tað eydnaðist avbera væl, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Betri Pensjón.
- Tað gingu fimm minuttir, so høvdu vit næstan alt fólkið úti og fingu havt manntal.
- Men tá ið vit høvdu manntal, manglaðu nøkur fá fólk men vit høvdu fulla greiði á, hvørji tey vóru , og hvar í húsinum, tey áttu at vera.
Eitt korter eftir, at brandávaringin fór í gongd, var sløkkiliðið komið á staðið og vórðu kunnað um fólkini, sum manglaðu og tað gekk bara ein lítil løta at bjarga teimum av ovastu hædd við stigabilinum.
- Tey fingu so tað serliga upplivilsi, at tet fingu roynt lyftina í stigabilinum hjá sløkkiliðnum, sigur Mortan Poulsen.
Hann sigur, at í Tryggingini hava tey regluligar venjingar av ymsum slagi, men inn ímillum seta tey alla tilbúgvingina í verk at vita, um alt riggar, sum tað skal.
Tað heldur hann er nyðugt, tí Tryggingin er stórt arbeiðspláss og húsið er í fimm hæddum. So skuldi eldur komi í, verður tað ein av teimum heilt stóru uppgávunum at bjarga øllum fólkinum út í einum, og tá má alt rigga sum tað skal.
Og tað gjørdi tað í hesum føri, tí tað gekk bæði skjótt og væl at bjarga fólkinum út í øllum góðum, uttan at panikkur kom í nakran, sigur stjórin í Betri Pensjón.
Sí fleiri myndir við at trýsta á leinkuna: www.in.fo/gallery/yag/gallery_home/ItemList/submitFilter/gallery-1/bodadu-fra-eldi-a-tryggingini










