Togo-venjarin á veg útaftur

Mikið rok hevur verið í leguni hjá Togo í HM-undankappingini. Týski venjarin, Otto Pfister, rýmdi stutt undan fyrsta dystinum, men hann kom tó aftur, tá bæði spælarar og fótbóltssamband bønaðu hann um hetta. Hóast stuðulin, so eru røddirnar nú, at hann als ikki skal kenna seg vísan í sessinum.
 Mikudagin gera vit av, um Pfister skal halda fram í sessinum. Sjálvur havi eg altíð verið ímóti, at hann fekk starvið, tí hann er ikki ein vinningur fyri liðið, sigur aðalskrivarin hjá fótbóltssambandinum í Togo.