Úr Hoyvík til Suðuroyar at halda føðingardag

2. flokkur í Hoyvíkar skúla gjørdi í gjár eina føðingardagsútferð til Vágs fyri at halda føðingadag í Marghøllini.

Í Vági verður Marghøllin mangan brúkt til barnaføðingardagar. Tað liggur raðið fyri, tí tá er alt á einum stað; høll við vølli, klatriveggi og hoppiborgum, og so góðu felagshølini við køki, ið eru væl egnaði til smærri tiltøk.

 

Tó er tað heldur sjáldsamt, at fólk ferðast langa leið fyri at halda føðingardag í Marghøllini. Men tað hendi í gjár.

 

Onkur í 2.b í Hoyvíkar skúla hevði verið í føðingardegi í Marghøllini í Vági, og vildi fegin royna hetta.

 

Í flokkinum er 4 næmingar, ið fylla ár í summarfrítíðini, og tí gjørdu flokslærarin, Maiken Skaalum, og foreldur av at gera eina útferð burturúr hesum, og halda felags føðingardag við eini føðingardagsútferð til Vágs.

 

Dagurin gekk upp á stás. Farið var úr Havn á morgni, og komin til Vágs 11 tíðina var føðingardagur í Marghøllini, har pizza var bíløgd, køkur vóru við á ferðini og so hugnaðu børn og vaksin sær uttan stórvegis hóvasták.

 

Klokkan 16 var farið at svimja í Pálshøll, ið er beint við síðuna av Marghøllini, og síðani var tíð at leita sær aftur umborð á Smyril.

 

Føðingardagsbørnini vóru Malan, Justin, Baldur og Pætur.

 

##med2##