2011 er kosið at verða kostár, og tað er Fólkaheilsuráðið, ið stendur fyri ymsu tiltøkunum, tó saman við einari røð av felagsskapum og stovnum.
Formaður í Fólkaheilsuráðnum er Pál Weihe, og vit hava eisini vent okkum til hansara við spurninginum um at ítróttafeløg nýta rúsdrekkaframleiðarar sum lýsingarpartnarar.
- Nú kann eg ikki svara fyri alt ráðið, men spyr tú um mína meining, so haldi eg tað vera óheppi, tá ítróttafólk ganga runt við einum merki í búnum teirra, sum verður forbundið við øl. Tað er sera óheppi. Eg skal ikki siga, at tað er ólógligt, men í tí stríðnum at halda rúsdrekkanýtsluna niðri í okkara samfelag, har er tað óheppi, sigur Pál Weihe.
Hann heldur tað vera serliga óheppi, tá rúsdrekka, ítróttur og ungdómur verða blandað saman.
Samanhildið við seinna partin av grein fimm í stevnumiðunum hjá ÍSF, tykist ein sponsoravtala vera brot á samtyktina.
- Ja, tað kanst tú siga. Nú kemur eitt sindur ann upp á, um fólk forbinda Okkara við vatn ella sodavatn, so er tað nakað annað. Men sum eg skilji tað, er tað mest forbundið við øl, sigur Pál Weihe.
Og tað er júst hetta, sum hann heldur vera trupulleikan.
- Hvat leggja fólk í tað, tá tey síggja búmerkið hjá Okkara, síggja tey øl fyri sær, ella síggja tey vatn og sodavatn. Tað seinni nevnda er eingin trupulleiki fyri okkum, men tað seinna er, sigur Pál Weihe.
Trupulleikin gerst størri av, at eldru leikararnir skulu virka sum fyrimyndir fyri børn.
- Ja, tá blíur tað serliga óheppi, um eldru leikararnir bera lýsingar fyri øl. Vit gera jú eitt stórt arbeiði fyri at halda rúsdrekkanýtsluna millum ung niðri, vit gera kanningar, vit gera átøk í skúlum og aðrastaðnis, sigur Pál Weihe.
Hann vísir eisini á skipanina við einkarsøluni og teimum høgu prísunum sum tálmandi átøk.
- Hetta saman við atkomiligheit virkar alt tálmandi, men eitt dømi sum hetta togar jú í mótsættan rætning. Og tað virkar jú nýtslustimbrandi, serliga millum ung, sigur Pál Weihe.