Togaði 30 stig aftur

Annika Vang skeyt nýggj oyggjaleikamet á bæði 50 og 30 metrum, og so stóð hon brádliga við gullinum í hondini, eftir at hetta annars tóktist vera burtur eftir fyrsta dagin

Boaskjóting

 

Í føroysku leguni snúi stórur partur av spenninginum seg um, hvørt tað skuldi eydnast Jógvani Niclasen at skjóta seg fram um hetlendska Billie Finney. Jógvan var annars 13 stig aftanfyri, tá dagurin byrjaði, men á 50-metrinum karvaði føroyski skjúttin sjey stig av hesi leiðslu. Og tá talan so gjørdist um metrundu á 30-metrunum var øgiligt trýst á hetlendinginum. Eitt trýst, sum hann tó akkurát stóð ímóti, tá hann fekk 349 stig móti teimum 354 hjá Jógvani, soleieðis at munurin í samlaðu støðuni gjørdist eittans stig.

Saamstundis hevði Annika Vang tó skotið seg frá einum fimta plássi og upp til gullið. Eitt úrslit, ið annars tóktist ógjørligt eftir fyrsta dagin, har hon var nummar 5. 30 stig aftan fyri fremsta skjúttan.

- Í gjárkvøldið setti eg mær fyri, at eg skuldi skjóta upp til mítt allarbesta í dag, og tað eydnaðist tíbetur. Eg hevði ein sera góðan 50-metur, har eg togaði 32 stig meira, og lá á einum deildum øðrum plássi, tá 30-meturin byrjaði. Og har gjørdi eg bart og skeyt upp til mítt allarbesta. Og tað sær tíbetur út til at hava givið úrslit.

Eftir dagin í gjár, sum tú als ikki vart nøgd við. Hvussu er kenslan so nú, tá tú stendur við gullinum.

- Eg eri ovurfegin um úrslitið. Hetta var tað, sum eg setti nøsina eftir. Tað er ein ótrúlig kensla, at hetta nú er yvirstaðið. Eg haldi at konsentratiónin hevur verið um tey 300 prosentini her í morgun, so eg rokni næstan við, at eg smelli um, tá eg komi á hotelli.

- Eftir dagin í gjár sá jú einki út hjá okkum, og sjálv hevði eg hesi 30 stigini at taka inn. Dagurin í dag hevur tó verið sera góður, og eg eri barasta so nøgd, sum eg kann vera.